Føroyingar hunddálkaðir!

 
Eg hoyri í fjølmiðlunum, at føroyingar eru millum mest dálkandi lond í heiminum, fyri ikki at siga tann mest dálkandi tjóðin.

Eg skal geva teimum rætt, sum siga, at tað er hugstoytt at hoyra.
Tað, sum eg kundi hugsa mær at vita, er hvussu henda dálking verður mátað. Einasti »parametur«, sum hoyrdist í tíðindunum, var í mun til fólkatalið. Er tað tann dálking, sum fer fram á landi, ella er tað eisini á sjónum? Tað ljóðaði, sum skipini vóru tald við. Vit vita, at føroyingar hava nógv størstu orkuna á sjónum, helst eisini í mun til aðrar tjóðir. Kundi tað ikki hugsast skilagott at rokna dálking pr. orkueind?
Vit hoyrdu, at russar lógu ikki so illa fyri. Tað hevur ljóðað, at teir hava dálkað serstakliga illa. Um mált verður per orkueind, er Rusland tá ikki heilt illa fyri?
Stundum hevur verið at sæð, hvussu nógv framleiðsla er í einum landi miðað við fólkatalið. Onkuntíð hevur tað verið býtt upp í ymiskar bólkar. Taka vit fiskiskap, so liggur framleiðslan hjá føroyingum uppá nøkur tons per íbúgva, meðan flest onnur lond hava nøkur kg og enntá nøkur gramm. Kann nakað útleiðast av hesum? T.d. at føroyingar eru 1000 ferðir so góðir til at fiska? Eg haldi ikki. Ella at føroyingar oyða fiskastovnarnar 1000 ferðir so illa sum aðrar tjóðir? Neyvan.
Um vit skulu fáa eina veruliga mynd av, hvussu vit eru í mun til aðrar tjóðir, so eiga vit at fáa eitt sindur meira at vita enn tað, sum hevur verið ført fram, so vit veruliga vita, hvar vit kunnu seta inn fyri at betra um reinføri.
Mær kemur fyri, at føroyingar verða meira hunddálkaðir, enn veruliga at siga frá, hvussu teir dálka.
Hagtøl kunnu nýtast skilagott, men tey kunnu sanniliga eisini misnýtast.