Ótrygg læknaviðurskifti


 

Í mong ár hevur verið trupult at fáa læknar at taka við sum kommunulæknar kring landið. Serliga hevur støðan verið ring í Sandoynni, men tað hevur eisini verið trupult at hava tveir kommunulæknar í sunnaru helvt í Suðuroy í summum tíðarbilum. Eisini onnur læknadømi í tí, vit kunnu nevna útjaðari ella hálvur útjaðari, hava merkt, at tað er ikki lætt at fáa læknar at støðast.


Men nú ger hesin trupulleiki eisini um seg í miðøkjunum, og útlitini eru alt ammað enn tryggjandi fyri Føroya fólk, sum hevur vant seg til og krevur góð lækna- og heilsuviðurskifti. Tá lýst varð eftir kommunulækna herfyri til høvuðsstaðin, søktu bara tveir læknar starvið. Annars hevur áður verið rættiligur gravgangur eftir at fáa læknastarv í Havnini.


Sambært útvarpinum hevði læknin, sum settur er í høvuðsstaðnum, fingið annað starv í Eysturoynni, sum sostatt manglar ein lækna. Tað sama ger seg galdandi í sunnaru helvt í Suðuroy og í Norðoyggjum eru tvey størv ikki sett. Harafturat kann leggjast, at fleiri av læknunum hava ikki nógv ár afturat, og upplýst er, at eingin føroyingur tekur útbúgving sum kommunulækni í løtuni.


Tí kann staðfestast, at støðan er alt annað enn góð. Kravið má tí verða, at lansdsmyndugleikarnir viðgera henda álvarsspurning saman við læknafelagi, kommunum og øðrum avvarðandi beinanvegin. Vit kunnu ikki liva við, at sætta hvørt kommunulæknastarv ikki er sett. Støðan má greinast út, so vit fáa at vita, hvat bagir. -Eru tað arbeiðsviðirskifti, lønarviðurskifti, vantandi áhugi vegna vantandi faklit umhvørvi ella hvat!


Seinastu árini hava vit tosa nógv um at menna útoyggjar og útjaðara. Men ein fyritreyt fyri, at fólk støðast í útjaðaranum er, at læknaviðurskiftini eru góð og trygg, og tað eru tey ikki sum er!