Sjálvandi er tað rætt sum Tobbi skrivar. Tað kann prógvast. Tí er trupult at skilja, hví allir mala sum hundur um heitan greyt. Hví melda menn ikki klárt út. Javnaðarflokkurin er ógvuliga tigandi. Sambandsflokkurin sigur sum minst. Nú málið er blást upp, er neyðugt at hava eina greiða støðu. T.v.s. at um tað kann prógvast, sum Tobbi sigur, skulu tingmenn taka støðu beinan veg. Einki uttanumtos. Um Føroyar lá í Afrika var støðan sjálvandi ein onnur. Tí eigur tað bert at vera ein spurningur um tíð, nær moralur telur meira enn fullveldi.
Tað, sum Tobbi brúkti eina langa grein uppá var, at fólkaflokkurin í vinnumálum ikki arbeiddi eftir samgonguskjalinum. Avvarðandi Landsstýrismaður sigur nakað annað.
Fyri at gera málið enn meira fløkt, kann eg nevna tríggjar søgur, sum eg havi hoyrt frá ymiskum álítandi persónum. Fyrsta var, at landsstýrismaðurin vendi sær til Fiskavirking og bað teir lata verða við at keypa flakamaskinu til ávíst slag av fiski_ Næsta søgan er, at ætlanin var at koyra Føroya Fiskavirking sundur í nógvar ymiskar eindir. Enntá var navn sett á, hvør skuldi hava hvørt virkið. Triðja søgan er, at landsstýrismaðurin ikki fylgdi tilmælum um hvør skuldi veljast í nevndina í Framtaksgrunninum. Eg havi tó ikki prógv fyri at hesar søgur eru rættar.
Slíkar søgur gera, at tú fert at ivast í, hvat veruliga ætlanin er við Føroya Fiskavirking. Tí hevði tað verið upp á pláss, at fingið eina greiða útmelding um, hvat ætlanin við Føroya Fiskavirking er. Uttanumtosið, vit í dag hoyra ger, at virðið á landsins ogn (Føroya Fiskavirking) minkar fyri hvønn dag sum gongur.










