Ung við breki hava ongastaðni at fara, tá tey eru liðug við fólkaskúlan.
Hetta hevur verið til stórt fortreð hjá teimum, ið varða av, og tí hava tey heitt á myndugleikarnar um at skipa soleiðis fyri, at tey fáa okkurt mennandi tilboð.
Beint upp undir evstamarkið hjá løgtinginum legði Annlis Bjarkhamar, fráfarin landsstýriskvinna, uppskot fyri tingið um skúlatilboð til ung við breki.
Endamálið við nýggja skúlatilboðnum, sum skal byrja í august, er at menna tey ungu til eitt sjálvstøðugt lív eftir lokið skúlaskeið. Høvuðsdenturin skal leggjast á upplæring í praktiskum arbeiði, soleiðis at næmingarnir fáa betri møguleika at seta føtur undir egið borð.
Uppskotið fekk eina hjartaliga móttøku frá øllum tingfólkum, ið høvdu orðið, tá tað var til fyrstu viðgerð seinnapartin mánadagin.
Katrin Dahl Jakobsen, framsøgukvinna Javnaðarfloksins, segði flokkin taka fult og heilt undir við tankanum.
? Vit eiga at stuðla hesum ungu í at virka heldur enn at vera ansað. Vit eiga at geva teimum eitt høvi at fáa økt lívsvirði og skapa fortreytir fyri, at tey kunnu gerast ein integreraður partur av samfelagnum, segði Katrin Dahl Jakobsen.
Talsmaður Fólkafloksins, Jákup Mikkelsen, helt somuleiðis uppskotið vera sera áhugavert og segði flokkin avgjørt taka undir við tí.
? Sum víst hevur verið á, so hevur tað verið ein trupulleiki at útvega tilboð til ung við breki, tí tey eru fallin fyri aldursmarkinum, og tí vilja vit viðgera hetta við vælvilja, segði Jákup Mikkelsen.
Hann vísti kortini á, at tørvurin er nógv størri enn teir átta næmingarnir, sum í fyrstu atløgu fáa tilboðið. Og hann vísti eisini á, at neyðugt er at hugsa um, hvat skal henda teimum, aftaná tey trý árini eru farin.