Glastrevjabáturin, sum vit síggja á myndini, fekk ein ordans umgang í vindinum, uppganginum og flóðini, sum var á Hvalvíkini tíðliga í morgun.
Báturin stóð uppi í Streymnesi og skuldi eftir øllum sólarmerkjum staðið tryggur, tá eigarin klokkan 04 í morgun varð uppringdur um støðuna.
- Báturin stóð væl bundin, men her var so nógvur vindur, flóð og uppgangur, at báturin hevði rivið seg leysan og hevði slitið endarnar, sigur eigarin við In.fo.
Hann leggur aftrat, at uppgangurin var so mikið ógvusligur tíðliga í morgun, at aldurnar skolaðu niðan í hálvt neystið.
- Ein krani tók bátin upp, og nú stendur hann á plássinum á virkinum hjá Care on Sea í Hvalvík, sigur eigarin.
Glastrevjabáturin, sum hevur fingið stóran skaða, er 34,3 føtur langur, og ivasamt er í løtuni, um hann verður afturgjørdur.
##med2##