Vegna Føroya Fróðskaparfelag: Dánjal Petur Højgaard, formaður
???????????????????????????????
Fróðskaparfelagið fer nú at víðka um virksemi sítt við at birta upp undir framtíðar granskingarverkætlanir í Føroyum. Til tess at bøta um samskiftið millum føroyskar granskarar og til at mennavaksa um føroyska granskingarumhvørvið, er ætlanin at halda ein FRÓÐARFUND, kl. 10-16 leygardagin 27. okt. 2001. Fundurin er fyri øll, ið eru útbúgvin á lærdum háskúlum ella samsvarandi, og sum fáast við gransking. Fundardagurin byrjar við innbodnum fyrilesara, ið greiðir frá hugtakinum ?at granska?. Fundarfólkið fer síðan í bólkum at gera uppskot til komandi verkætlanir. At enda verður felagsfundur um uppskotini.
Á fundinum er eisini ætlanin, at føroyskir granskarar kunnu hittast til tess at styrkja sambandið sínámillum og annars skifta orð um framtíðar granskingarverkætlanir í Føroyum. Tey ymsu frøðiøkini fáa høvi at skifta orð hvørt sær; men eisini er ætlanin, at tvørfrøðiligar verkætlanir verða orðaðar.
Fundurin verður hildin í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Longu nu kann verða boðað frá luttøku hjá Føroya Fróðskaparfelag, handan Á 5, postrúm 209, FO-110 Tórshavn (teldupostur: maudh@setur.fo)
Tilskilið navn, frøðigrein, útbúgvingarstig og granskingarøki.
Um ein vil vita meira um tiltakið, ber til at seta seg í samband við formannin Dánjal Petur Højgaard, teldupostur:
danjalph@post.olivant.fo
Føroya Fróðskaparfelag er stovnað í 1952 og hevur eitt nú til endamáls at fremja samstarv millum fólk í Føroyum, sum takast við vísindaligt starv, at upplýsa alment um vísindalig viðurskifti við útgávuvirksemi og fundum og at menna føroyskt sum vísindamál.
Bøkur og rit, ið Fróðskaparfelagið gevur út, eru fyrst og fremst Fróðskaparrit, Supplementa til Fróðskaparrit og Frøði. Harafturat koma orðabøkur og einstakar aðrar bøkur.