Rás 2 fær einki lurtaragjald

Óli Holm hevur ongar ætlanir um at lata Rás 2 fáa bita av lurtaragjaldinum hjá føroyingum, sum í løtuni fer til Útvarp Føroya

 

? Tað er ikki við lóg álagt Rás 2 at røkja nakrar ávísar skyldur, og tí havi eg ongar ætlanir um at lata Rás 2 ella aðra privata útvarpsstøð fáa part av lurtaragjaldinum.

Hetta svar gav Óli Holm, landsstýrismaður, upp á skrivligan fyrispurning, sum Jógvan á Lakjuni, tingmaður, hevði sett honum.

Óli Holm helt, at tað var gott við útvarpsstøðum afturat Útvarpi Føroya, men ÚF er í eini serligar støðu sum public-service rás. Útvarp Føroya hevur fingið álagt at røkja nakrar skyldur, og tí skal ÚF eisini hava lurtaragjaldið til sítt virksemi.


Gev Rás 2 ein part

Jógvan á Lakjuni vísti í sínum fyrispurningi á, at Rás eftir hálvumøðrum ári er vorðið fólksins útvarp, og at rásin eisini røkir public-service uppgávur, sum hava stóran týdning.

Tí helt tingmaðurin fyri Fólkaflokkin, at tað Rás 2 kundi fingið eitt part av lurtaragjaldinum, sum føroyingar í løtuni gjalda til Útvarp Føroya.

Jógvan á Lakjuni nevndi, at Rás 2 kundi fingið eini 15 prosent av lurtaragjaldinum, men hetta uppskotið fekk ikki undirtøku í Mentamálastýrinum, har landsstýrismaðurin ongar ætlanir hevur um at taka ein part av lurtaragjaldinum frá Útvarpinum.


Brotya kringvarpslógina

Kjakið á tingfundinum mikudagin gjørdist drúgt, og nógvir tingmenn luttóku. Nógv varð tosað um, at Útvarp Føroya sum public-service rás eisini kappaðist við Rás 2 á lýsingamarknaðinum.

Fleiri tingmenn hildu, at Útvarpið skuldi ikki hava loyvi til hetta, um ÚF samstundis skuldu fáa lurtaragjaldið.

Óli Holm, landsstýrismaður, helt, at fyrispurningurin hjá Jógvani á Lakjuni var áhugaverdur og viðgjørdi nógv prinsipiell viðurskifti. Landsstýrismaðurin ætlar í heyst at koma við uppskoti til broytingar í kringvarpslógini, og tá helt hann, at tað fór at verða gott høvi at kjakast um hesi viðurskifti.