Útlendska arbeiðsmegin eingin trupulleiki

- FA sær ongan vanda við útlendsku arbeiðsmegini í Føroyum beint nú, men verður talan um eina "invasjón" av fremmandari arbeiðsmegi, fara vit sjálvandi at taka spurningin upp, sigur Georg F. Hansen, næstformaður í Føroya Arbeiðarafelag.

Arbeiðsmarknaðurin

Føroya Arbeiðarafelag letur seg ikki órógva av, at ein lítil partur av teimum, sum starvast innan føroysku fiskaframleiðsluna, eru útlendingar, sum hava fingið arbeiðsloyvi í Føroyum.
- Vit halda ikki, at hetta er nakar trupulleiki í løtuni og hava tí heldur ikki viðgjørt
henda spurningin sum ein møguligan trupulleika.
Hetta sigur næstformaðurin í Føroya Arbeiðarafelag, Georg F. Hansen, nú Ingeborg Vinther er burturstødd.
Hann sigur, at nøkur av teimum, sum arbeiða í fiskaframleiðsluni kring landið, eru útlendingar, sum eru í Føroyum ein part av árinum í samband við ítrótt.
- Tá ið so ítrótturin er liðugur, fara flestu heimaftur.
Georg veit eisini um, at aðrar útlendingar eru her heima og arbeiða, men hann heldur ikki, at hetta er nakar trupulleiki í løtuni.

Fylgja gongdini
- Vit eru fegin um, at nógv arbeiði er í landinum, og vit hava ongan áhuga í at gera
tað trupult hjá arbeiðsgevarunum við at sýta teimum útlendska arbeiðsmegi, um tað er neyðugt fyri at hava arbeiði gangandi. Vit krevja, at sáttmálaviðurskiftini eru í lagi, og hesin parturin verður fylgdur upp við tí samstarvi, vit hava við limafeløgini hjá FA.
Næstformaðurin sigur, at honum kunnugt, eru eingin slíkir trupulleikar í løtuni.
Spurdur, um hann heldur, at útlendska arbeiðsmegin kann gerast ein hóttan, um nógv fleiri fólk koma higar at arbeiða, sigur hann.
- Tað er trupult hjá mær at siga nakað um beint nú, tí vit hava ikki viðgjørt handa spurningin sum ein trupulleika. Men tað er greitt, at verður talan um eina "invasjón" av útlendskari arbeiðsmegi, fara vit sjálvandi at taka málið upp í Føroya Arbeiðarafelag, sigur Georg F. Hansen.