Tala sak føroyinga

Neyðugt er at gera skil á viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Mest týðandi fyritreytin fyri hesum tykir mær at vera ein sterkur tjóðveldisflokkur.

 

Tí royni eg at gera mítt til at fáa ein væl umboðaðan tjóðveldisflokk á danating at tala sak føroyinga. Hepnast tað, so haldi eg meg hava verið við til at gera eina góða gerð. Men eg geri onki einsamallur. Vit mugu lyfta í flokki.

Ein sterkur tjóðveldisflokkur er trygdin fyri, at fullveldisgongdin heldur fram og verður framd í verki. Á hesum valinum eiga sjálvstýrissinnaðir føroyingar at vísa, at vit meina nakað við fullveldisætlanina, og at vit standa við hana, hóast mótparturin vil kveistra hana av borðinum.

Alt, sum stjórnin í Keypmannahavn hevur gjørt seinastu fýra árini, hevur prógvað, at hon vil ikki sleppa harradøminum yvir Føroyum. Hon vil ikki virka fyri einum sjálvberandi búskapi í Føroyum. Hon vil ikki viðurkenna føroyingar sum tjóð. Hon vil ikki viðurkenna sjálvsavgerðarrætt føroyinga ella føroyska málið sum tjóðarmál í Føroyum.

Henda støða er bæði óvirðilig og ótíðarhóskandi. Í Føroyum valdar full semja um, at føroyingar eru sjálvstøðug tjóð. At føroyskt er tjóðarmál føroyinga. At føroyingar eiga ognarrættin til sítt egna land. Og at flaggið er okkara tjóðarmerki.

Tjóðarbyggingin farnu øldina hevur skapt hesa sjálvsøgdu semju millum føroyingar, og tí er tað natúrligt, at Føroyar ganga longur fram á sjálvstýrisleið og gerast sjálvstøðugar. Men ongin hevur talað greitt fyri hesi stevnu á fólkatingi. Tí stillar Tjóðveldisflokkurin upp hesaferð.

Tjóðveldisflokkurin vil fegin tala líka greitt, sum Thorstein Petersen gjørdi, tá hann dagarnar eftir fólkaatkvøðuna í 1946 av formanspallinum í løgtinginum lýsti Føroyar fullveldisríki at vera.

Farið tí allir sjálvstýrissinnaðir føroyingar endiliga á val týsdagin og setið ein sterkan tjóðveldisflokk á fólkating. Tá gera vit eina góða gerð, og tað er tala, sum fer at muna.

X v E á valdegnum.