Gunnar samlar fløskur á G! fyri fleiri túsund krónur

– Eg haldi, fólk eru eitt sindur ruddiligari í ár. So har er ikki so nógv at finna, sum tað plagar. Eg rokni við, at tað verður betur í kvøld.

Um tú ert á G! Festivalinum í hesum døgum, so er stórur kjansur fyri, at tú hevur møtt havnarmanninum Gunnar Lutzen á strekkinum millum Norðagøtu og Syðrugøtu.

 

Tí har gongur hann við einum vogni, sum hann samlar fløskur í.

 

– Eg eri her fyrst og fremst fyri at samla fløskur, sigur hann.

 

– Men eg eri her eisini fyri at heilsa upp á fólk. Tað er hugnaligt at møta fólki, man kennir, og eisini at møta nýggjum fólki.

 

Gunnar hevur ongantíð verið inni á festival-økinum fyrr. Men hann hevur verið her, uttan fyri økið, eini 8-10 ár tilsamans, metir hann.

 

Og tað kann væl loysa seg heilt at samla fløskur her.

 

– Tann vánaligasti G! Festivalurin hjá mær, gav bara 3.500 krónur. Tann besti gav 14.000, sigur Gunnar.

 

– Tað kemur alt ann upp á, hvussu nógv fólk er, og hvussu lagið er. Og hvussu nógv tey blaka runt við fløskum, blikkum og koppum.

 

Hvussu gongur so í ár?

 

– Eg haldi, fólk eru eitt sindur ruddiligari í ár. So har er ikki so nógv at finna, sum tað plagar. Men eitt sindur. Eg rokni við, at tað verður betur í kvøld.

 

Gunnar vil tó ikki heita á fólk um at tveita øl-dósir á vegin og í náttúruna.

 

– Tað er stuttligt at síggja, hvussu reint tað er í ár. Í mun til onnur ár, har tað onkuntíð fleyt við óruddi.

 

Um hann samlar pant fyri 5.000 krónur í ár, so er hann nøgdur við ársins G! Festival.

 

Gunnar Lutzen er royndur fløskusamlari, sum hevur samlað upp í nógvar sekkir gjøgnum árini.

 

– Eg plagi at fara í býin í vikuskiftunum fyri at samla fløskur. Men eisini fyri at heilsa upp á fólk. Tað er altíð eitt gott upplivilsi at vera úti.

 

##med2##

 

##med3##