Bosniski fótbóltsvenjarin, 44 ára gamli, Mladen Zizovic, doyði í dag. Tað var undir einum dysti í bestu serbisku deildini, at hann small um og doyði.
Tað er Ritzau, sum ber hesi tíðindi í kvøld, og tað er felagið hjá venjaranum, Radnicki 1923, sum skrivar hetta á sosialum miðlum.
Mladen Zizovic small um á síðulinjuni, meðan hann leiddi liðið í einum útidysti móti Mladost Lucani, og hann andaðist á veg á sjúkrahúsið.
- Vit hava ikki bara mist ein góðan venjara, men fyrst og fremst eitt gott menniskja og ein góðan ítróttamann, skrivar felagið millum annað.
Hin 44 ára gamli var nýggjur í felagnum, Radnicki 1923 og dysturin í dag móti Mladost var hansara triði í røðini sum venjari hjá Radnicki 1923.
20 minuttir vóru leiktir av dystinum, tá Mladen Zizovic small um. Dysturin varð tikin uppaftur, men stutt fyri hálvleik frættist, at venjarin var deyður.
Dysturin varð avlýstur, og leikarar á báðum liðum vóru týðiliga skakaðir og merktir av deyðsfallinum, veit Reuters at siga í kvøld.











