Hvar verða jólini hildin í ár?
- Í ár verða jólini hildin heima undir Svartafossi. Tað verða eg, konan og børnini saman við verfaðiri mínum, sum er dani, men flutti til Føroyar aftur fyrr í ár.
Soleiðis sigur Nicolas Stauss.
Hvat verður etið um jólini?
- Eg eri uppvaksin við røstum jólaaftan og dunnu 1. jóladag, men seinnu árini hevur tað antin verið dunna ella føroysk gás á jólum. Í ár eta vit aftur dunnu jólaaftan.
Hevur tú eitt jólaynski?
- Mítt jólaynski er, at vit fáa eini rólig og friðsæl jól. Eg hevði ynskt, at vit í størri mun nýttu høgtíðina til at leggja dent á sambondini við okkara næstar heldur enn tiltøkini og gávurnar.
Tað er eisini eitt ynskið hjá Nicolas, at vit ikki gloyma gleðiboðskapin, tí tað er jú hetta, sum høgtíðin snýr seg um.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini hava stóran týdning fyri meg. Tað er serliga um jólahøgtíðina, at allar tær dagligu uppgávurnar verða settar til viks, og tey tættastu sambondini verða sett í miðdepilin, sigur Nicolas Stauss.
(Fleiri svar eru í VikuskiftisSosialinum - jólablaðnum - sum fæst til keyps í blaðsølunum)











