Ein sligin og fingið skaða í nøsina

Løgreglan kannar eitt harðskapasmál

Hóast nógv fólk var í býnum, so gekk tað rímuliga friðarliga fyri seg, sigur vaktleiðarin á politistøðini, tó so, at ein persónur er sligin. Hann fór á skaðastovuna við skaða í nøsini. Løgreglan veit, hvør persónurin er, sum hevur sligið og fer at tosa við partarnar.

Tá hálkan kom í gjár, fekk løgreglan nógvar uppringingar, men tað var bara fyri at siga frá. Løgreglan hevur onga fráboðan fingið um ferðsluóhapp í ferðsluni.

Tveir bilførarar fingu í gjár bót. Annar fyri at tosa í telefon, og hin fyri ferð.

Løgreglan hevur kannað nógvar bilar í nátt, men eingin varð tikin fyri at koyra ávirkaður. Fleiri fólk í býnum høvdu brúk fyri hjálp at koma til hús, men eingin er skuldsettur ella handtiki.