Persónbilurin, sum varð raktur av einum stórum lastbiladekki í Sandoyartunlinum seinnapartin, var á veg í Sandoynna, og lastbilurin var á veg úr Sandoynni.
- Dekkið kom við einari øgiligari ferð, og eg eri púrasta skelkaður. Dekkið brast í bilin framman, og eg eri glaður fyri, at eg sat í einum stórum og tryggum bili.
Tað sigur bilførarin, sum var fyri hesi ógvusligu hending í Sandoyartunlinum í dag, við In.fo.
- Bilurin var so mikið illa farin, at sjúkraflutningstænastan helt ongan iva vera um, at eg skuldi á Landssjúkrahúsið til kanningar eftir hendingina.
Bilførarin sigur við In.fo, at hann er skelkaður, og at hann er eitt sindur eymur ymsastaðni í kroppinum, men hann heldur, at hann er sloppin uttan varandi likamligt mein.
- Eg eri komin til hús, og tað er gott at vera heima aftur. Í dag var eg heppin, tá hetta nú hendi, soleiðis sum tað gjørdi.
Hann leggur aftrat, at hann sá bara dekkið koma við øgiligari ferð - og so brast tað í bilin.
- Eg eri eisini glaður fyri, at eg var einsamallur í bilinum í dag, og at hetta var ein stórur og sterkur bilur, sigur bilførarin við In.fo.
Lesið eisini:
Raktur av lastbiladekki - https://www.in.fo/news-detail/raktur-av-lasbiladekki-bilurin-for-i-knus
##med2##











