Nes kommuna takkar Ólavi Magnussen og Magnus í Hjøllum

Teir báðir hava sitið í valnevndini í mong ár.

Tá ið nýggja kommunala valnevndin skuldi veljast fyrr í ár, bóru Ólavur Magnussen og Magnus í Hjøllum seg undan afturvali. Teir báðir hava sitið í valnevndini í mong ár.

 

Ólavur Magnussen hevur sitið í valnevndini síðan 1. januar 1989, og hann hevur verið formaður síðan í des. 2003.

 

Magnus í Hjøllum hevur sitið sum valnevndarlimur síðan 1. januar 1997.

 

Í gjár vóru Ólavur Magnussen og Magnus í Hjøllum bodnir at koma til ein kaffimunn á kommunuskrivstovuni, har Súni í Hjøllum, borgarstjóri, nýtti høvi, vegna Nes kommunu, hjartaliga at takka teimum báðum fyri arbeiði teirra í valnevndini í hesi mongu ár. Borgarstjórin handaði teimum eina gávu og legði dent á, at teir báðir hava røkt hetta álitisstarv við sera stórum nærlagni.

 

Í valnevndini sita nú:

 

Andrias Magnussen, formaður

Elsa í Hjøllum

Vilmund D. Jacobsen

Álvur Højgaard

Anna Malena Højgaard

 

Varalimir:

 

Rúna Olsen

Petur Gaardlykke

Jaspur Højgaard

 

##mes2##

 

Andrias Magnussen, nývaldur formaður í valnevndini, Ólavur Magnussen, fráfarandi formaður og Súni í Hjøllum, borgarstjóri.