Í kvøld var fjórðingsfinala í týsku steypakappingini á skránni í Max Schmelling høllini í Berlin.
Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin tóku ímóti Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgum hansara í THW Kiel.
Tað endaði við 32-30 sigri til Füchse Berlin, ið sostatt vann seg í FINAL FOUR. Í steðginum var tað tó Kiel, ið var á odda 17-16.
Hákun skoraði trý mál upp á fimm málroyndur, meðan Elias skoraði fýra mál upp á sjey málroyndir. Elias legði eisini upp til tvey mál (assist).
FINAL FOUR verður leikt í Lanxess Arena í Köln, vikuskiftið 18. og 19. apríl.
Í hálvfinalunum verður leikt soleiðis Füchse Berlin-Lemgo og Bergischer-Magdeburg.











