Frihedsbrevet skrivar í dag, at tveir maskinmeisarar hjá Smyril Line eru burturvístir frá arbeiði, tí teir løgdust á tingkvinnuna Eyðdis Hartmann Niclasen á jólafrokostinum hjá Smyril Line. Eyðdis Hartmann Niclase starvast hjá Smyril Line, har hon er »executive assistant« hjá stjóranum.
Frihedsbreveet skrivar, at mennirnir, sum sambært keldum vóru rættiliga fullir, vóru farnir at skelda Eyðdis Hartmann Niclasen fyri hennara støðu í abortmálinum, sum varð samtykt í Løgtinginum dagin fyri jólaborðhaldið.
Eyðdis Hartmann Niclasen hevði ein stóran leiklut í málinum, tí hon var ein av uppskotsstillarunum. Tað hevur fingið fleiri fólk at melda seg úr Sambandsflokkinum.
##med2##
Sambært keldum hjá Frihedsbrevet var tað millum annað hetta, sum mennirnir á jólaborðhaldinum skeldaðu Eyðdis Hartmann fyri. Í atfinningum sínum blivu mennirnir tó so mikið ágangandi, at tað varð áfast millum partarnar og fólk máttu koma upp í millum fyri at verja løgtingskvinnuna.
Støðan gjørdist so ógvuslig, at løgreglan varð boðsend, skrivar Frihedsbrevet.












