Tað vóru rúsevni, sum komur úr Danmark til Føroyar.
Kringvarpið skrivar, at tvey fólk, maður og kvinna, bæði donsk, vórðu dømd í sama máli í oktober. Kvinnan fekk trý ár og maðurin fýra ár. Báðir dómar eru treytaleysir.
Kvinnan, sum kom við Norrønu 27. juli, hevði rúsevnini við í bilinum. Maðurin kom við flogfari 31. juli.
Fólkini, sum eru tilkomin, fóru aftur í varðhaldið eftir at tey fingu dómin.
Tann 22 ára gamli maðurin, sum er føroyingur, var tikin síðst í september.
Hann var ákærdur fyri at skulu taka í móti rúsvevnunum. Hann er eisini framvegis í varðhaldi. Øll trý hava kært dómarnar til Landsrættin, skrivar Kringvarpið.











