»Men hvar skulu tey parkera?«

Skipanaruppskotið fyri miðbýarætlan í Klaksvík er 10 ára gamalt, og brátt farna árið hevur skúla-, íbúðar- og hotellbyggjaríið av sonnum broytt býarmyndina.

Við eftirspurdum íbúðum, væl vitjaðu skoytibreytini, og kanska vakrasta kappróðrarneystinum í heiminum, bendir alt á, at ætlanin um nýggjan miðbý er á rættari kós. Tó eru ferðsluviðurskiftini framvegis fløkjaslig og óliðug, og spurningurin tykist at vera, hvar bilarnir skulu parkera. Eg fari niðanfyri at grundgeva fyri, at hetta er tann skeivi spurningur at spyrja, tá vit kjakast um, hvussu miðbýurin í Klaksvík framyvir skal taka skap.

 

Miðbýir finnast í øllum líkjum og skapilsum, men hava altíð tað til felags at vera staðsettir tættast við øll onnur støð í býnum (bókstavliga). Søguliga og áðrenn bilarnar hava bygdir og býir natúrliga lært, at virðismiklasta staðsetingin av virksemi, og harvið dýrastu grundstykkini, eru at finna miðskeiðis í býnum. Øll eru tó ikki samd í, hvat ein góður miðbýur eigur at innihalda. Náttarlív, trúðarlív, ídnaður, bústaðir o.a. kunnu stoyta saman, og tess meira savnandi staðið er, tess størri er eftirspurningurin, og tess meira fjølbroytt eru áhugamálini. Í besta fall gerst ein miðbýur bæði tað mest fjølbroytta og mest áhugaverda staðið í býnum.

 

Vit avmarka heilt vist møguleikan at menna ein fjølbroyttan og áhugaverdan miðbý, um stórar asfelteraðar fløtur verða oyramerktar til stillstandandi bilar. Um ætlanin er, at tey flestu, sum vitja og búgva í nýggja miðbýnum, koyra við egnum bili, so kunnu vit av røttum spyrja, um tað ikki hevði verið meira skynsamt at staðsett nýtt handilsvirksemi og íbúðarbygging aðrastaðni, har grundøkini frammanundan eru bíligari, og meira pláss er at parkera.

 

Vit noyðast tó at ásanna, at í dag koyra flest føroyingar til og frá arbeiðis, gera ørindi og vitja hvønn annan í egnum privatbili. Tað er tí ikki so løgið, at júst hesin flutningshátturin er fremst í huganum, tá samfelagskjakið snýr seg um tunlar og miðbýir. Vit noyðast eisini at ásanna, at bilnýtslan so líðandi er vorðin til bila bundinskap, sum sanniliga hevur neiligar avleiðingar fyri umhvørvið, fólkaheilsu og sosialu tilveruna millum húsini.

 

Hóast tey flestu koyra, mugu vit ikki gloyma tey, sum ganga. Børn, eins og foreldur teirra, dáma bilfrí støð. Bilførarar gerast sjálvir til gongufólk, so skjótt tey trína út úr bilunum. Stutt sagt er okkara likam skapt til at ganga, og í áratúsund hava bygdir og býir eisini tikið útgangstøði í hesum veruleikanum. Miðskeiðis í 20. øld verður eksperimenterað við bilbýum. Í Klaksvík kenna vit alt ov væl til fylgjurnar av hesum, og hvussu ein býur er har, ein møtir fleiri bilum enn menniskjum eftir gøtunum. Bilbýurin er dýrur at viðlíkahalda, vandamikil hjá ”ábæru ferðsluni” og ikki serliga dragandi hjá fólki at vitja og búseta seg í.

 

Um vit ynskja at menna ein livandi, tryggan og savnandi miðbý í Klaksvík, mugu vit eisini tora at taka avgerðir, sum veruliga merkjast til fyrimun fyri bleytu ferðsluna. Savnandi grøn fríøki, ein optimerað kollektiv ferðsla og ein avmarkan av parkeringsplássum í miðbýnum eru týðandi stig á leiðini. Størri miðsavnandi parkeringspláss kunnu staðsetast innan rímiliga gangifrástøðu, og til alla lukku eru hesi parkeringsplássini longu tøk í dag. Gamaní eru tey millum 150-400 metrar burturi frá Biskupstorginum, ella umleið 5 minuttir gangifrástøðu. Her havi eg tó hug at spyrja, um ein miðbýur, sum fólk ikki tíma at brúka 5 minuttir uppá at ganga til, yvirhøvur er verdur at byggja?

 

Komandi tíðina skulu avgerðir takast um ferðsluskipanina í nýggja miðbýnum, og enn eru bæði parkeringshús og eitt slag av Skálatrøð á Sandinum ikki útilukkað. Eg haldi, at hesar ætlanir eiga at vera sleptar, tí tess fleiri parkeringspláss eru í miðbýnum, tess størri eru líkindini fyri, at vit fáa ein miðbý, sum er ringur at koyra í, og uppaftur verri at ganga í. Ístaðin fyri áttu vit at raðfest umstøður til tey, sum eru uttanfyri bilin, og skipa ferðsluna í nýggja miðbýnum, so at tað næstan ongantíð loysir seg at koyra stór og tung akfør allan vegin til dyrnar, men har tað altíð loysir seg at njóta eina løtu millum húsini og menniskjuni.

 

 

 

Rasmus S. Biskopstø