Tað ljóðar kanska eitt sindur ógvusligt, tá sagt verður, at í Noregi hava tey havt hávaálop á eina alinót, og at alifiskur er rýmdur.
Talan er um eina laksanót við Årnes í Namsos, sum fekk umfatandi skaðar í síðstu viku.
- Alifiskurin, sum var eftir í nótini eftir hávaálopið, er fluttur yvir í eina nýggja nót, veit norska fiskivinnuumsitingin at siga í tíðindaskrivi.
Umsitingin heldur, at enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvussu nógvur laksur er rýmdur úr alinótini.
Funnið varð fram til skaðan á nótini fríggjadagin hin 12. desember í einum alibrúki í Lyngholmfjørðinum.
Tað er Salmar Oppdrett AS, sum eigur alibrúkið.
Roynt varð við nót at fáa nakað av rýmda laksinum aftur, men henda royndin helt uppat, tí so nógvur tindahávur var í økinum.
Sum skilst, er tindahávur hin mest vanligi hávurin í Norðuratlantshavi.
Hetta er ikki nakar stórur hávur. Vanliga liggur hann um einar 120 sentimetrar og verður í mesta lagi 160 sentimetrar.











