Sandoyartunnilin stongdur

Sandoyartunnilin er stongdur fyribils í hálvan ella ein tíma í sambandi við, at ein lutur, helst eitt dekk, er dottin úr lastini á einum bili niður á ein annan bil

Kringvarpið skrivar, at sjúkrabilur er á veg í tunniln eftir øðrum bilføraranum, sum hevði nakað av pínu eftir óhappið. 

 

Gronin á aftara bilinum er illa farin, og neyðugt var at senda bil hjá Tórshavnar sløkkilið inn í tunnilin eftir hesum bilinum.

 

Tí er Sandoyartunnilin stongdur fyribils í hálvan til ein tíma, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.