Zelenskyj: Vón­ar at ES lond semj­ast um lán úr russ­isk­um ognum

Ukraina hevur brúk fyri 45 til 50 milliardum evrum í stuðli næsta ár, sigur Zelenskyj, sum vónar eina avgerð frá ES.

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskij, varð móttikin av ES-forsetanum, António Costa, á ES-toppfundinum í Brússel í dag. Her er evropisk fígging til Ukraina framvegis miðdepilin. - Mynd: Stephanie Lecockq/Ritzau Scanpix

Um ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES-londunum ikki longu vóru vitandi um álvaran, fingu teir í dag greið boð frá forsetanum í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj.

Á ES-toppfundinum sigur Zelensky, at Ukraina hevur brúk fyri 45 til 50 milliardum evrum í stuðli til næsta ár.

– Vit noyðast at skerja dronuframleiðsluna, um vit ikki fáa fyrstu játtanirnar av avloysaraláninum úr frystu russisku goymslunum í vár, sigur Zelenskyj.

Við hesum ger Zelenskyj greitt, at manglandi peningur beinleiðis fer at ávirka førleikarnar hjá Ukraina at halda fram við stríðnum móti russisku álopsdeildunum.

Fráboðanin kemur á tíðindafundi seinnapartin, eftir at Zelenskyj hevur tosað við leiðararnar í teimum 27 ES-londunum á ES-toppfundinum í Brússel.

Tað er ógvusligt trýst á belgiska forsætisráðharran, Bart De Wever, um at geva Ukraina atgongd til lán uppá fyrstu 45 milliardir evrur næsta ár. Og eina líknandi upphædd í 2027.

– Eg havi tosað við belgiska forsætisráðharran. Vit søgdu alt, vit vildu við hvønn annan. Var tað uppbyggjandi? Tað fáa vit at síggja, sigur Zelenskyj.

Hann ger tó greitt, at ein loysn skal finnast nú.

– Eg meti, at lánið skal koma uppá pláss. Tað snýr seg ikki bara um fígging til Ukraina. Vit vilja heldur ikki, at Russland skal hava atgongd til pengarnar. Tað fara tey at royna at gera við øllum amboðum, sigur Volodymyr Zelenskyj.

Á tíðindafundinum verður ukrainski forsetin fleiri ferðir spurdur, um leiðararnir í Evropa hava skilt álvaran í støðuni.

– Tað haldi eg. Men tá Russland mobiliserar so nógvan pening til stríðið ímóti okkum, so kanst tú ikki bara játta pening í eitt ár. Evropa noyðist at stuðla okkum gjøgnum alt kríggið, sigur Zelensky.

Hann upplýsir, at avgerðin um fígging skal takast av leiðarunum í ES-londunum áðrenn árslok fyri at tryggja, at Ukraina kann fáa peningin.

Hesi meting tekur ES-toppfundurin undir við.

– Vit fara ikki av ES-toppfundinum uttan loysn um fígging av Ukraina næstu tvey árini, segði Ursula von der Leyen á veg á fundin.

Zelensky upplýsir, at tað fer at styrkja støðuna hjá Ukraina í friðarsamráðingunum, um fíggingin er komin uppá pláss.

Samstundis vil Ukraina hava trygdarváttan frá USA og Evropa, soleiðis at ein friðaravtala forðar fyri nýggjum russiskum álopum:

– Okkara herur skal eisini vera sterkur. Okkum tørvar venjing, útgerð og vápn.

– Og so mugu vit hava eitt greitt svar uppá, hvat USA fer at gera, um Russland loypur á aftur. Hvat fara allir okkara samstarvsfelagar at gera? Við hvørjum valdi fara tey í roynd og veru at steðga Moskva? Tað skal skrivast niður í skjøl, sigur Zelenskyj.

 

/Ritzau/

 

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskij, varð móttikin av ES-forsetanum, António Costa, á ES-toppfundinum í Brússel í dag. Her er evropisk fígging til Ukraina framvegis miðdepilin. - Mynd: Stephanie Lecockq/Ritzau Scanpix