Amerkanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, ávarar í kvøld um, at USA fer at fremja hørð álop á týdningarmiklar støðir í Iran í nátt

USA fer at leypa á Iran í nátt

.Týsnáttina lupu USA og Iran á hvørt annað, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, helt upp á, at iranski herurin hevði skotið niður eina amerikanska Apache-tyrlu

Amerkanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, ávarar í kvøld um, at USA fer at fremja hørð álop á týdningarmiklar støðir í Iran í nátt

- Miðeysturkommando'in hjá USA fer at hava tað strævið í nátt, sigur amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, sambært Reuters.

 

Týsnáttina lupu USA og Iran á hvørt annað, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, helt upp á, at iranski herurin hevði skotið niður eina amerikanska Apache-tyrlu.

 

Sínámillum álopini steðgaðu móti morgni okkara tíð í morgun, men amerikanski forsetin ávaraði Iran um, at USA  kann leypa á aftur, um eingin avtala kemur í lag.

 

Aftur í nátt hóttir USA við at leypa á Iran, og almenna iranska tíðindastovan, Tasnim, endurgevur hernaðarkeldur í Iran fyri at siga, at iranski herurin er til reiðar.

 

Amerkanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, ávarar í kvøld um, at USA fer at fremja hørð álop á týdningarmiklar støðir í Iran í nátt.

 

Keldur í Iran siga, at nýggj amerikansk álop á Iran enn einaferð fer at hava við sær, at Iran fer at leypa á "amerikansk áhugamál" í Miðeystri.

 

 

 

 

 

Amerkanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, ávarar í kvøld um, at USA fer at fremja hørð álop á týdningarmiklar støðir í Iran í nátt