Brúkiligan túr á Føroyabanka

Í kvøld kom útróðrarbáturin Fagraenni á Toftir at landa. Teir høvdu verið á Føroyabanka, og fiskiskapurin var væl brúkiligur

- Vit hava drigið 51 stampar og hava umleið 13000 pund ella 6,5 tons. Tað er væl brúkiligur fiskiskapur, hóast tað er langt at fara út á Bankan, tí vit hava verið burtur í 37 tímar. Tað sigur Gaurab, sum er skipari, við Facebook-vangan hjá Føroysku Sjómansmissiónini.

 

- Fiskiskapurin er tó hugaligur, tí vit hava 5700 kilo av stórum toski, sum vit kalla toskur eitt.  Restin er longa, hýsa, brosma og skøta, sigur hann.

 

Veðrið hevur verið gott á túrinum, og tað hevur gingist væl, so tað er deiligt, leggur Gaurab aftrat.

 

Føroyska Sjómansmissiónin, sum eisini eigur viðheftu myndir, ynskir teimum og sjófólkinum annars Guds signing og varðveitslu.

 

##med2##

 

##med3##

 

Tað hevur verið sagt um toskin á Føroyabanka, at hann er rak, men hesin fiskurin líður onga neyð