Uppskotið hevur sum endamál at seta hámark fyri, hvussu stórar rakstrarútreiðslurnar hjá landinum kunnu vera. Uppskotið snýr seg eisini um, at skatta- og avgjaldslættar skulu verða fíggjaðir, og at ein løguætlan skal verða gjørd fyri landið.
Í samgonguskjalinum er avtalað, at taka miðvís stig fyri at røkka einari langtíðarjavnvág í búskapinum. Aðalmálið er at tryggja búskaparliga haldførið og at gera langtíðar rakstrar- og løguætlanir. Í hesum sambandi skal eitt fíggjarpolitiskt regluverk verða gjørt. Hetta lógaruppskot er ein týdningarmikil byrjan til slíkt regluverk.
Langt um leingi seta vit nú eina fyriskipan í verk, sum skal tálma rakstrarútreiðslunum hjá landinum. Vit skylda okkara ungu og komandi ættarliðum at tryggja eitt samfelag, sum hevur ein skilvísan rakstur og fremur skilagóðar íløgur í samfelagnum. sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum











