Hvar verða jólini hildin í ár?
- Vanliga bjóði eg allari familjuni og teimum nærmastu til døgurða við røstum kjøti her á Langanesi beint fyri jól, og síðan hevur tað, serliga hesi seinastu árini, verið nakað skiftandi, hvar eg havi hildið jól. Oftast saman við onkrum ella fleiri av børnunum, men í ár verður tað helst í Varðagøtu í Havn.
Tað sigur Torbjørn Jacobsen, og hann leggur í sama viðfangi aftrat:
- Dóttir konuna býr saman við familju síni í Varðagøtu. Ein fyrimunur við hesum er, at adressan er næsti granni hjá katólsku kirkjuni, og har plagi eg at fara til midnáttarmessu jólaaftan, um tað annars ber til.
Hvat verður etið um jólini?
- Føroysk gás frá Dan, bónda á Glyvrum. Eg orki ikki fyri hesum upppumpaðu donsku dunnunum; tí er gásin vorðin heiðursdøgurðin jólaaftan.
Torbjørn Jacobsen sigur, at ræsta kjøtið er høgt í metum um hesa tíðina, og tað hongur á ásinum og bíðar eftir at verða etið onkran av hinum jóladøgunum.
Hevur tú eitt jólaynski?
- Tá tú ert farin um tey sjeyti, er tað farið at tynnast við jólaynskjum, men sjálvandi er meginynskið, at vit halda jólini, soleiðis sum tey eru ætlað - í friði og náðum saman við øðrum, sigur hann.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Sum keypsveitsla hava jólini ongan týdning í mínum føri, men annars eru jólini saman við páskahátíðini meginhátíð hjá okkum, sum standa á kristnari grund.
Torbjørn Jacobsen heldur, at vit menniskju hava ikki megnað nóg væl at livað eftir friðarboðskapinum í Heilagu skriftunum, serliga í seinnu paktini.
- Men, var hesin boðskapurin ikki meginbulurin í vitsku okkara, hevði standurin verið uppaftur nógv verri, enn hann er.
Hann sigur, at tað kemur ikki av ongum, at vit dagliga liva og virka í einari tíðarrokning frá barninum, sum kom inn í hendan heimin júst á jólum.
- Við hesum fari eg at ynskja øllum landsmonnum mínum eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár, sigur Torbjørn Jacobsen.
(Fleiri svar eru í VikuskiftisSosialinum - jólablaðnum - sum fæst til keyps í blaðsølunum)










