Suffía Nón er útbúgvin grafikari, og áðrenn hon setti Fjord á stovn, starvaðist hon á eini marknaðardeild, og var von at gera grafiskar tekningar.
– Eg siti ofta og tekni fyri meg sjálva. Ein dagin teknaði eg eina súlu, og av onkrari orsøk legði eg hana út á Facebook.
Myndin av súluni bleiv sera væl móttikin. Fólk róstu tekningini, og fleiri spurdu um, tey kundu keypa eitt eintak. Fleiri tekningar blivu lagdar út og prentaðar hjá Estra.
– Tá var tað knappliga ein vøra eg hevði.
##med2##
Virksemið menti seg, og tekningarnar blivu fluttar á koppar, postkort, magnet og annað. Suffía Nón hevði framvegis sítt starv á marknaðardeildini og arbeiddi við Fjord í frítíðini, men arbeiðið sum íverksetari fór so líðandi at fylla meira.
– Eg arbeiddi um náttina og um vikuskiftini, men soleiðis er lívið sum íverksetari, tú arbeiðir ógvuliga nógv fyri at byggja upp.
Í 2018 var virksemið hjá Fjord blivið so mikið umfatandi, at tað ikki bar til bæði at hava fulltíðarstarv og reka egna fyritøku. Suffía Nón mátti taka støðu til, um hon skuldi gevast við Fjord, skerja virksemið, ella gerast sjálvstøðu vinnurekandi burturav. Hon valdi tað seinasta.
– Tað var ikki lætt at siga starvið upp, at fara frá tí fasta og trygga, og leypa í nakað óvist. Vit hava børn og lán, húsini vóru bara tvey ár tá.
##med3##
Tað gekk væl í fyritøkuni, og tí gjørdi Suffía av at gerast sjálvstøðug vinnurekandi í eitt ár, ætlanin var, at tá árið var farið, skuldi støðan eftirmetast.
– Man blívur ikki yngri, og hvussu ofta fært tú ein sovorðnan møguleika? Og tankin um eg nú ikki royni, fari eg so at hugsa, hvat tað kundi blivið til.
Fyrsta ári gekk, men Suffía og maðurin Bogi hava ongantíð eftirmett, tí tað hevur gingið við rúkandi ferð. Heima hevði hon innrættað eitt kamar til verkstað og goymslu.
– So líðandi bleiv húsið fult, undir hvørjari song og sofu lógu vørur krógvaðar. Eg fekk næstan ikki komið yvir til vaskimaskinuna, tí har vóru so nógvar eskjur.
Í november 2019 fekk Fjord eini høli í Fuglafirði, har var pláss fyri goymslu, verkstaði og handli, sum læt upp beint áðrenn jólasøluna.
Ein spennandi bílegging úr Ísland
Síðani er virksemi bara vaksið, og tað hevur týdning, at vørurnar fáast um alt landið. 15 handlar hava vørurnar hjá Fjord á hillunum. Maður Suffíu, Bogi Nón, er farin í farloyvi frá sínum fasta starvi, og tí arbeiða tey nú bæði fulla tíð í Fjord, harafturat starvast ung fólk í handlinum og pakka vørur.
Nógv ferðafólk vitja handilin í Fuglafirði. Fyrst í árinum kom eitt par úr Íslandi á vitjan. Tey gingu runt í handlinum, tosaðu í telefon og filmaðu tað, sum tey sóu í handlinum. Suffía sat aftanfyri og teknaði, og Bogi heilsaði upp á spentu íslendingarnar. Tað vísti seg, at hesi høvdu eina stóra fyritøku sum bjóðaði hvalasafari. Elding whale watching, sum fyritøkan eitur, hevur fleiri bátar, sum sigla við ferðafólki, at hyggja at hvalum, og fleiri gávuhandlar. Tann sum var í hinum endanum á telefonsamrøðuni var dóttir teirra, sum var innkeypsleiðari í handlunum. Tey høvdu leingi leitað eftir onkrum, sum eingin annar gávuhandil í Íslandi seldi, og hetta høvdu tey nú funnið.
##med4##
Skjótt fingu tey ein talgildan fund við innkeypsleiðaran, og stutt eftir kom fyrsta bíleggingin úr Íslandi. Hetta vóru vørur, sum Fjord seldi í Føroyum, við føroyskum myndaevnum.
– Eg spurdi, um tað bar til at selja Múlafoss í Íslandi. Tey søgdu, at ferðafólkini sóu ikki mun, tað er líkamikið, um tað var ein føroyskur fossur ella ein íslendskur lundi.
Sølan í Íslandi gekk so mikið væl, at tey vóru áhugað at gera størri samstarv.
– Tey vildu hava okkum at tekna og sniðgeva vørur við íslendskum myndaevnum, og tá bleiv tað ordiliga spennandi.
##med5##
Suffía og Bogi fóru til Ísland at vitja familjufyritøkuna, tey fóru ein túr við bátinum og vitjaðu støð, har nógv ferðafólk vitja. Suffía tók myndir, teknaði og fekk nógvan íblástur.
– Eg fór heim, gjørdi nakrar tekningar og sendi til teirra. Tey vóru ordiliga glað fyri tekningarnar.
Síðani var farið í gongd við at flyta tekningarnar á taskur, viskustykkir, plakatir, skriviblokkar og annað. Í august fór fyrsta bíleggingin við íslendskum vørum avstað.
Sum hjá ommu
Vørurnar hjá Fjord taka støði í føroyskari mentan og siðaarvi. Suffía Nón heldur, at myndaevnini eru afturlítandi. Børn sum spæla í fjøruni,og millum gomul hús, fólk sum hoyggja, og annað sum ikki er líka vanligt sum tað var fyrr. Ofta er okkurt skemtiligt í myndini.
– Ofta koma fólk inn og siga seg blíva heit um hjartað, tí hetta er akkurát sum at síggja tað sum omma hevði.
##med6##
Ymiskt er hvussu leingi tað tekur at sniðgeva hvørja vøru.
– Viðhvørt klikkar tað bara, og tá er tað ordiliga skjótt, aðrar myndir síggi í høvdinum, men eg fái tað bara ikki heilt at rigga.
Tað hevur týdning at dygdin á vørunum er góð, og tí verður nógv tíð brúkt at finna røttu undirveitararnar. Alt sum kann gerast í Føroyum, verður gjørt í Føroyum, hóast tað hevði verið bíligari at brúkt útlendskar undirveitarar.
– Vit vilja leggja okkurt eftir okkum í Føroyum.
Alt kann kortini ikki gerast í Føroyum, eitt nú postalínkoppar. Roynarkoppar verða bílagdir og vaskaðir í vaskimaskinu, fánar liturin ella skarast kopparnir ov skjótt, verða teir vrakaðir.
– Vit eiga eitt hav av koppum, sum eru royndir, vit hava vrakað. Hesar brúka vit bara heima.
Viskustykkir og annað úr toy verður vaskað við høgum hita í vaskimaskinuni og strokið. Tað sum tódnar verður vrakað.
Greinarøð í Sosialinum um íverksetarar.
Les eisini um:
Spinnaríið við Ánna in.fo - fyrst og fremst,
Caféina á Mølini in.fo - fyrst og fremst
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##































