Amerikanski forsetin, Donald Trump, er ikki stórur fjeppari av demokratiska borgarstjóravalevninum, Zohran Mamdani.
Hann hevur fleiri ferðir funnist at honum og kallað hann fyri kommunist, og nú sigur forsetin, at hann fer at skerja samveldisfíggingina til býin, um Mamdani vinnur borgarstjórakappingina.
- Um kommunistiska valevnið Zohran Mamdani vinnur borgarstjórakappingina í New York, er tað sera ósannlíkt, at eg fari at stuðla við samveldispeningi til mín elskaða fyrsta heimbý – út yvir tað allar minsta, sum krevst.
- Tí sum kommunistur hevur hesin einaferð stóri býurin null møguleika fyri at eydnast – ella enntá yvirliva, skrivar Trump á Truth Social.
Mamdani stillar upp ímóti republikanara Curtis Sliwa og Andrew Cuomo, fyrrverandi guvernøri í New York, í kappingini um borgarstjóran. Cuomo stillar upp sum sjálvstøðugur eftir at hava tapt fyri Mamdani í undanvalinum hjá demokratunum.
Valið verður týsdagin, amerikanska tíð.











