Skipaferðslan um Hormuzsundið økist aftur

Skipaferðslan gjøgnum Hormuzsundið er nú tann mesta, síðani ófriðurin millum Iran, USA og Ísrael tók seg upp fyrr í ár.

Tað vísa tøl frá tveimum feløgum, sum fylgja við skipaferðslu.

Sambært Kpler sigldu í minsta lagi 37 farmaskip gjøgnum sundið mánadagin, meðan AXSMarine skrásetti 42 skip. Tað er hægsta talið síðani februar.

– Hetta er eitt av greiðastu tekinunum higartil um, at skipaferðslan er við at gerast vanlig aftur, sigur Mihail Todorov frá AXSMarine við AFP.

Ferðslan mánadagin svaraði tó bara til umleið ein triðing av tí skipaferðslu, sum vanliga fer gjøgnum Hormuzsundið í friðartíð.

Hormuzsundið er eitt av týdningarmestu siglingarleiðunum í heiminum. Vanliga fer umleið ein fimtingur av allari útflutninginum av olju og gassi í heiminum gjøgnum sundið.

Ritzau/AFP