Tórshavnar kommuna skrivar, at vitjanin byrjaði við eini rundvísing á Glasi og endaði við einum fundi við leiðsluna á Glasi.
Semja var um, at bæði Tórshavnar kommuna og Glasir vilja fegin styrkja og menna samstarvið.
Elsa Berg, borgarstjóri, segði, at Tórshavnar kommuna vil fegin gera kommununa so fjølbroytta sum tilber at búgva í, og Glasir spælir ein týðandi leiklut í hesum. Samstundis vil kommunan eisini styrkja Havnina sum lestrarbý.
Una Joensen, rektari á Glasi, vísti á, at umleið 60 prosent av føroyska ungdóminum er á Glasi, og at Glasir sum ein partur av samfelagnum vil samstarva allastaðni, har tað gevur meining.
##med2##
##med3##













