Keypmannahavn: ? Eg eri rættiliga væl nøgdur við tað endaliga úrslitið, hóast okkurt møguliga kundi verið eitt sindur betri og øðrvísi. Samanumtikið er hetta ein góða fløga, sum kann standa seg á einum størri marknaði, heldur Steintór Rasmussen, sum er ein av høvuðsmonnunum aftanfyri útgávurnar hjá Brandi Enni.
Hann heldur, at sangarin hevur formatið at standa seg uttanlands, men tann stóri spurningurin er nú, hvussu danir taka ímóti Brandi, og um teir eru sinnaðir at keypa fløguna.
? Komandi tíðina skulu vit fyrst og fremst hugsa um at selja og promovera hesa fløguna og royna at syrgja fyri, at hon kemur víða um. Vit royna nú at leggja brenni á báli, so at login verður enn størri, tekur Steintór til.
Stórt maskinarí
Við á fløguni hjá Brandi eru tey flestu stóru nøvnini í føroyska tónleikaheiminum. Hesi eru savnað saman at spæla og framleiða fløguna.
Steintór sigur, at tað hevur verið eitt stórt og tíðarkrevjandi arbeiði at fáa alt hetta maskinaríi at koyra, tí tað eru so nógv fólk tengd at verkætlanini.
Fyri stuttum stovnaði Steintór Rasmussen saman við Eyðfinni Jensen plátufelagið Name, sum eisini stendur aftanfyri nýggju útgávuna hjá Brandi Enni. Plátufelagið er føroyskt og hevur sítt virksemi bæði í Føroyum og í Danmark. Steintór umboðar felagið í Føroyum, meðan Eyðfinn Jensen er í Danmark.
Steintór Rasmussen sigur, at tað er sera umráðandi at gera sær royndir í Danmark, tí hesar kunnu koma teimum til góðar seinni. Henda fløgan kann jú vera eitt stig á leiðini víðari út í heim.
? Vit hava eina góða vøru, og hon burdi tí fingið pláss í útvarpsstøðum og øðrum donskum fjølmiðlum, sigur Steintór at enda.