Løgreglan fekk í gjár nógvar fráboðanir um, at vegirnir vóru sera hálir, og at tað sást ikki, hvussu hálir teir vóru.
Ein bilførari kom illa fyri í hálkuni á Velbastaðvegnum við Norðasta Horn í Havn, har hann gleið um gongubreytina og út móti vegjaðaranum.
Í gjár gjørdi løgreglin eitt átak við Skúlan á Fløtum í Havn, har bilar vórðu kannaðir. Har fingu fýra bilførarar klipp í koyrikortið tí at børn undir 15 ár ikki sótu íbundin.
Og í morgun um hálgvum seks tíðina varð ein bilførari steðgaður, har tað vísti seg, at hann hevði drukki ov nógv til at koyra bil. Hann var handtikin og blóðroynd tikin, og so gongur tað málið sína gongd.
##med2##












