Hækka pensjónsaldurin er bluff

Løgtingið er í løtuni við at hækka pensjónsaldurin, og fíggjarmálaráðfrúan pástendur, at hetta er fyri haldføri hjá landskassanum

Hetta er beinleiðis lygn og møsn, og átti at fingið avleiðingar fyri fíggjarmálaráðfrúuna, tí hetta hevur hon eisini sagt á løgtingsins røðarapalli.

 


Fíggjarmálaráðfrúan sigur ósatt

Øll vita, eisini Ruth Vang, at alt virðið, hvør króna, hetta gevur landsdkassanum, rennur  beinleiðis út at fíggja útreiðslurnar hjá b-skattgjaldaranum. Hetta og meir aftrat rennur út til púra óslitin fólk, sum í løtuni sita í vardum starvi, tí pensjonistarnir og hinir a-skattgjaldararnir gjalda teirra útreiðslur. Tí hevði tað sømt seg betri fyri fíggjarmálaráðfrúuna at sagt sum er, at hon vil hava pensjónsaldurin upp, tí peningurin skal brúkast til at gjalda útreiðslurnar fyri b-skattgjaldaran. 


Skeggið ov nær høkuni

Búskaparráðið jabbar upp í saman, at hetta er í bestu tíðum. Hví sigur ráðið onki um, at hetta er júst rætta løtan at læra vinnuna at standa á egnum beinum. Sjávandi, tí at her situr skeggið ov nær høkuni. 


Ger sum við rentufrádráttinum

Fyri nøkrum árum síðan var farið undir at lækka rentufrádráttin, tí tað vísti seg, at hesin frádráttur fór beinleiðis til lániveitaran og ikki kom løntakaranum til góðar. Hví var onki gjørt tá við órættvísi, at pensjonistarnir og skattgjaldarin gjalda útreiðslurnar hjá b-skattgjaldarum? Hvar er Ben Arabo? Hann lýsti eftir projektum at gera íløgur í. Tá má fyrsta treytin vera, at vinnulívið stendur á  egnum beinum og ikki boppar pensjonistarnar, og so eisini í bestu tíðum?

 

Eyðólv Dimon