jazzkvøldini, so fólk mugu vera í góðari tíð, um tey ynskja sær eitt gott stað at sita, meta fyrireikararnir, sum leggja afturat: - Tað er týskvøld, tað er Hvonn, tað er jazzur, tað er tað. [...] fyri annahvørt. Vit halda tað vera spell at fólk, ið koma oman at lurta eftir livandi tónleiki, ikki kunnu uppliva tað hvørjaferð, so tí gera vit nakað við tað, sigur leiðslan og fyrireikararnir av tónleikinum [...] Sigast kann tó, at eftirsum vit nærkast jólum, fer bólkurin at spæla kend jólaløg. Føroysk eins og útlendsk. Tónleikurin í kvøld byrjar kl 21 og væntandi verður sera nógv fólk, tí tað eru tað vanliga jazzkvøldini
eg vænti, at sum tíðin gongur, verður tað, sum tað hevur verið. Hjalti sigur, at sjálvandi fer Fiskirannsóknarstovan framhaldandi at gera sítt arbeiði til lýtar, samstundis sum neyðugt verður at taka tey [...] neyðugt at mæla til varsemi og skerjingar í veiðini. - Fiskivinnan er ein so stórur partur av okkara samfelag, og tí er væntandi, at vinnan og partvís myndugleikar "reagera" ógvusliga, tá ið vit halda tað vera [...] neyðugt at minka um veiðina. Um vit bara tosaðu vinnuni og myndugleikunum eftir munninum, var eingin orsøk til at hava Fiskirannsóknarstovuna, sigur hann. Gott samstarv Hjalti leggur tó dent á, at tað serliga
haldi tað vera sera týdningarmikið, at onkur trínur fram til tess at gera tað minni duldarfult, hetta at vera smittað við HIV. Og so hevði tað jú eisini verið frálíkt, um eg kundi gjørt mítt til, at fleiri [...] danskari kvinnu, ið fer at siga frá um seg sjálva og avleiðingarnar av at vera smittað við HIV. Serliga hóskandi er tað, at ein kvinna fær høvi til at siga frá um AIDS/HIV, av tí at dagurin samstundis av [...] Føroyum fer Brit at siga frá um hvussu tað er at liva við HIV. Her uppií tey trupulu tíðarskeið, ið hon hevur verið ígjøgnum, tá hon fekk staðfest sjúkuna. Umframt hetta fer Brit millum annað eisini at siga
metir at grundarlag er fyri at hava góðar vónir. ? Liðið er gott, og tað sær út til at vit fáa spælið at ganga væl. Sum sagt aðrastaðni, so spæla flestu leikararnir á landsliðnum í Føroyum, og tað kundi [...] Jørgen, men í báðum førum taptu vit tey, og eg haldi, at tað var tí, at vit høvdu ov stóra respekt fyri teimum, og at leikararnir ikki tordu at avgera settini. ? Men tað kom aftur upp á pláss í triðja settinum [...] væl. Men tað gongur nógv út yvir samanspælið, tá so nógvar útskiftingar eru, er tað ikki so? ? Jú, tað ger tað uttan iva, men fyri leikararnar og serliga fyri meg og Jesper sum venjarar hevur tað sera stóran
bygningin. Hetta er nakað, vit hava roynt at arbeitt upp, alt var byrjað at ganga, og so hendir hetta. Eg vænti, at hetta má alt takast niður, tí einki gott er eftir, tað kann mann síggja, sigur Høgni Mikkelsen [...] Mikkelsen. Hann harmast um, at arbeiðið hjá bilverkstaðnum ikki longur kann vera í bygninginum við Marknagil. - Hetta vóru nýggj høli, og vit mettu tey liggja væl fyri, og tað var tí, vit fluttu í henda [...] - Tað er altíð keðiligt, tá tú byrjar við onkrum, og so fer tað soleiðis upp í royk, men vit kunnu ikki gera annað enn bretta upp ermar. Soleiðis sigur Høgni Mikkelsen, sum er ein av eigarunum av bilv
halda tað vera eitt gott hugskot. Onkur heldur, at børnini skulu vera til gudstænastuna saman við foreldrunum. Tey skulu so at siga læra at sita á familjubonkinum. Onnur halda tað vera eitt gott hugskot [...] summarfrítíðini? At finna svarið til hetta er kanska ikki so lætt, men tað er sera gott, at vit tosa um hesi viðurskifti og hava í huga at røkka familjuni so sum hon er í dag. At vit gera alt í okkara valdi [...] børnunum. At tað eru fleiri foreldur, sum stórliga ynskja, at sunnudagsskúli er í kirkjutíð, so børnini gleðast, trívast og læra um Jesus, meðan foreldrini kunnu sita til gudstænastuna, uttan at vera bangin
einaferð krýndur at vera eitt tað besta ølið í Evropa. Men vit halda tað vera neyðugt at royna tað nýggja ølið. Føroyingar í túsundtali hava, sum tíðin er liðin, verið í USA og Meksiko og har smakkað lokala [...] Smærru nøgdirnar av humlu gera, at ølið fær at lættari smakk, er minni beiskt og sostætt lættari at drekka enn vanligt evropeiskt meginlandsøl, og so nógvar ferðir lættari enn tað bretska, verður sagt frá Føroya [...] Bjór fer at selja frá fríggjadegnum 17. desember. Ølið er bryggjað eftir Norður-Amerikanskari uppskrift, og er ætlað okkum til túsundáraskiftið. Men Føroya Bjór ger tó vart við, at um føroyingum fer at dáma
samfelagsligt og neyðugt náttúruvirksemi, sum fer at gagna føroysku sílunum og villlaksinum ístaðin. Tíðin er komin til, at Landsstýrið fer í gott samstarv við Sílaveiðifelag Føroya, og saman við egnum [...] Tá eigur tað at vera skylda okkara eisini at hava ein politikk, sum ið tað minsta bøtir aftur skaðan av samfelagstørvinum – og helst leggur meira afturat. Vit mugu geva meira, enn vit taka. Tað ber sanniliga [...] á náttúruna. Alt hetta gera vit í bestu meining. Fyri at meira fæst burturúr, og fyri at samfelagið skal gerast betri at búgva í. Alt gott um tað. Men eg sakni í stóran stíl ein politikk, sum varatekur
Tað er altíð gott at vera væl fyrireikaður. Ikki minst í politikki kann góð ella vánalig fyrireiking skjótt gerast munurin ímillum viðgang og mótgang. Og hóast kommunval ikki verður fyrr út ímóti ársenda [...] umráðandi at hava eitt gott samskifti ímillum politikarar og veljaran. Hann nevnir t.d. at fyri nøkrum árum síðani var javnan at hoyra, at fólk høvdu fingið andstygd fyri politikarum. Ein trupulleiki sum [...] ársenda, fer javnaðarflokkurin longu nú at fyrireika seg til kommunuvalið. Um vikuskiftið fer flokkurin at hava skeið kring landið fyri áhugaðum limum í flokkinum og fyri teimum komandi valevnunum. Fyrsta
býráðslimur í Havn og á seinasta býráðsvali í havn gjørdi hann eitt gott hál og fekk 345 atkvøður. Annfinn Brekkstein sigur, at heilsuverkið er eitt av hansara hjartamálum og hann heldur, at tað hevur avgerandi [...] avgerandi týdning, at alt heilsuverkið verður skipað undir einari felags leiðslu. Og tað skal vera ein serkøn leiðslan sum skal fáa ábyrgdina av at skipa sjúkrahúsverkið, soleiðis at tað tænir sjúklinginum best [...] best. Og hendan sama leiðsla skal eisini hava ábyrgdina av at skipa arbeiðsbýtið ímillum sjúkrahúsini. - Heilsuverkið skal ikki vera eitt arbeiðsskapandi tiltak. Tað skal skipast so at tað tænir sjúkilngunum