Ein keðilig byrjan

- Tað er altíð keðiligt, tá tú byrjar við onkrum, og so fer tað soleiðis upp í royk, men vit kunnu ikki gera annað enn bretta upp ermar.

 

Soleiðis sigur Høgni Mikkelsen, sum er ein av eigarunum av bilverkstaðnum Bilhjálp, har stórur eldur var í í gjárkvøldið.

 

Høgni Mikkelsen sigur, at enn veit hann ikki, hvat nú fer at henda við bilverkstaðnum, sum helt til við Marknagilsvegin í Havn.

 

- Hetta er so nýtt fyri okkum, so nú mugu vit bara seta okkum niður og spekulera, um hvat vit nú skulu gera, sigur Høgni Mikkelsen.

 

Hann harmast um, at arbeiðið hjá bilverkstaðnum ikki longur kann vera í bygninginum við Marknagil.

 

- Hetta vóru nýggj høli, og vit mettu tey liggja væl fyri, og tað var tí, vit fluttu í henda bygningin. Hetta er nakað, vit hava roynt at arbeitt upp, alt var byrjað at ganga, og so hendir hetta. Eg vænti, at hetta má alt takast niður, tí einki gott er eftir, tað kann mann síggja, sigur Høgni Mikkelsen.

 

Hoyr alla samrøðuna við Høgna Mikkelsen við at trýsta á pílin undir myndini.