Live á Hvonn

Hvonn er staðið í Havnini, um tú vil uppliva feitan tónleik. Umhvørvið er kul, tað er nútímans retro. Og so hevur Hvonn livandi jazz tónleik hvørt týskvøld. Talan er um lounge jazztónleik. Hetta er ofta lættari jazztónleikur, bakgrundstónleikur ella retro 50 og 60 ara tónleikur.

Týskvøldið 9. desember er síðstu ferð í ár, at Hvonn bjóðar ein sonevndan DJ?azzara. Tað er Bárður Poulsen, ið leggur fløgur á. Hann hevur røkt hesa uppgávu fleiri ferðir, og er hann sera væl umtóktur.

- Komandi ár fer Hvonn undir at hava livandi jazz tónleik hvørt týskvøld í staðin fyri annahvørt. Vit halda tað vera spell at fólk, ið koma oman at lurta eftir livandi tónleiki, ikki kunnu uppliva tað hvørjaferð, so tí gera vit nakað við tað, sigur leiðslan og fyrireikararnir av tónleikinum á Hvonn.

Týskvøldið 16. desember er eisini nakað at gleða seg til. Tá verður ein nýggur jazzbólkur fyri fyrstu ferð at hoyra á Hvonn. Hesin bólkur er mannaður við ungum evnaríkum tónleikarum. Navnið verður ikki at avdúkað her. Sigast kann tó, at eftirsum vit nærkast jólum, fer bólkurin at spæla kend jólaløg. Føroysk eins og útlendsk.

Tónleikurin í kvøld byrjar kl 21 og væntandi verður sera nógv fólk, tí tað eru tað vanliga jazzkvøldini, so fólk mugu vera í góðari tíð, um tey ynskja sær eitt gott stað at sita, meta fyrireikararnir, sum leggja afturat:

- Tað er týskvøld, tað er Hvonn, tað er jazzur, tað er tað.