Annfinn Brekkstein bjóðar av

Eitt hjartamál hjá honum verður at savnað øll trý sjúkrahúsini undir eina felags leiðslu, sum skal vera serkøn á læknaliga økinum

- Eg havi nú gjørt av at stilla upp til løgtingsvalið, sum verður seinni í ár-

Tað boðar sambandsmaðurin, Annfin Brekkstein, frá í morgun.

 

Nú tað stundar til val, eru tað alsamt fleiri og fleiri sum bjóða seg fram um valevnu og nýggjastur á tí listanum er Annfinn Brekkstein, sum fer at stilla upp fyri Sambandsflokkin.

Hann hevur stillað upp fleiri ferðir áður, men stillaði ikki upp seinast. Hann er eisini býráðslimur í Havn og á seinasta býráðsvali í havn gjørdi hann eitt gott hál og fekk 345 atkvøður.

 

Annfinn Brekkstein sigur, at heilsuverkið er eitt av hansara hjartamálum og hann heldur, at tað hevur avgerandi týdning, at alt heilsuverkið verður skipað undir einari felags leiðslu. Og tað skal vera ein serkøn leiðslan sum skal fáa ábyrgdina av at skipa sjúkrahúsverkið, soleiðis at tað tænir sjúklinginum best. Og hendan sama leiðsla skal eisini hava ábyrgdina av at skipa arbeiðsbýtið ímillum sjúkrahúsini.

 

- Heilsuverkið skal ikki vera eitt arbeiðsskapandi tiltak. Tað skal skipast so at tað tænir sjúkilngunum best, sigur Annfinn Brekkstein.