HIV-smittað kvinna til Føroyar at siga frá um sjúku sína

Tíðindaskriv

Føroyar fáa í døgunum kring altjóða AIDS-dagin vitjan av eini HIV-positivari danskari kvinnu, ið fer at siga frá um seg sjálva og avleiðingarnar av at vera smittað við HIV.
Serliga hóskandi er tað, at ein kvinna fær høvi til at siga frá um AIDS/HIV, av tí at dagurin samstundis av alheimsheilsustovninum WHO er lýstir við evninum Kvinnur og AIDS.
Sjálvan altjóða AIDS-dagin ? hin 1. desember ? verður hon eftir døgurða at hoyra í auluni á Læraraskúlanum. Áhoyrararnir her fara millum annað at vera lærara- og námsfrøðingalesandi skúlans umframt handilsskúlanæmingar í Tórshavn.
»Eg haldi tað vera sera týdningarmikið, at onkur trínur fram til tess at gera tað minni duldarfult, hetta at vera smittað við HIV. Og so hevði tað jú eisini verið frálíkt, um eg kundi gjørt mítt til, at fleiri ansa eftir sær sjálvum og sleppa undan at vera smittað«, sigur Brit Mølberg Nielsen.
Í 1992 vóru hon og drongur hennara staðfest HIV-positiv. Brit veit, at hon er smittað við hinskyndum sambandi, men ikki, hvør ið smittaði hana. Rættiliga skjótt tók hon avgerð um ikki at brúka orku at fáa greiðu á hesum.
Hóast Brit hevur havt smittuna staðfesta í meira enn 12 ár, so hevur hon tað framvegis í dag gott kropsliga. Hon fær tað serligu samansettu viðgerðina fyri HIV-positiv og hevur bert fá hjáárin. Brit hevur millum annað yvirskot til at røkja sítt arbeiði sum sosialnámsfrøðingur á einum stovni fyri sálarsjúk. Hon býr í Keypmannhavn saman við samlíva sínum, sum hon eisini hevur hitt í HIV-umhvørvinum.
Parið hevur tó eingi børn, tí tey hevur Brit orsakað av sjúku síni tilvitað valt frá.
Á vitjan síni í Føroyum fer Brit at siga frá um hvussu tað er at liva við HIV. Her uppií tey trupulu tíðarskeið, ið hon hevur verið ígjøgnum, tá hon fekk staðfest sjúkuna. Umframt hetta fer Brit millum annað eisini at siga frá um, hvussu hon hevur tað í dag og hvussu fólk vanliga reagera, tá ið tey gerast greið yvir, at tey eru saman við einum menniskja, ið er HIV-positivt. Áhoyrararnir fáa harumframt møguleika at seta fram spurningar.
Umframt Brit verður eisini høvi at hoyra rithøvundan Jóanes Nielsen. Hann fer at lesa egnu stuttsøgu sína »Hin smædni hítakeyparin«.
Tað er ein bólkur av sjúkrarøktarfrøðingum undir felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, ið hevur tikið stig til upplýsingarvitjan Brit Møberg Nielsens í Føroyum. Bólkurin, ið nevnist Fá2, arbeiðir serliga við menning av krabba- og AIDS-økinum. Millum stigtakararnar er Anna Jóannesardóttir, sjúkrarøktarfrøðingur.
»Í bólki okkara við serøkinum krabbamein og AIDS gjørdust vit samd um, at vit vildu gera nakað burtur úr altjóða AIDS-degnum hin 1. desember. Vit vendu okkum tí til danska AIDS-grunnin, sum setti okkum í samband við Brit Mølberg Nielsen. Hon játtaði at koma til Føroyar at siga frá um seg sjálva. Vit halda tað vera beint at velja hana, tí hon er ein vanlig kvinna ? ein eins og vit onnur, sum vit øll kunnu samanbera okkum við« sigur Anna Jóannesardóttir, sum eisini upplýsir, at Fyribyrgingarráðið hevur givið tilsøgn um at stuðla tiltakinum fíggjarliga.
Annars ber til at fáa meira at vita um evnið á mailadressunum www.aidsfondet.dk ella www.unaids.org/en