Seming aftur millum Heilsuhjálparafelagið og KAF

Eftir fleiri dagar uttan veruligar samráðingar eru Heilsuhjálparafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) aftur farin undir samráðingar.

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum

Tað kom fram í útvarpstíðindunum hjá Kringvarpi Føroya í dag.

Partarnir vóru kallaðir á fund í Semingsstovninum í dag, eftir at bæði Heilsuhjálparafelagið og KAF í síðstu viku vrakaðu eitt semingsuppskot um nýggjan sáttmála.

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, sigur við Kringvarpið, at fundurin hevur verið jaligur, og at samráðingarnar nú eru komnar í gongd aftur.

– Nú tosa vit saman aftur, og tað er sjálvandi ein fyritreyt fyri at koma víðari, sigur hon.

Partarnir eru framvegis ósamdir um fleiri týðandi mál, men fundurin í dag hevur sambært forkvinnuni verið eitt stig rætta vegin.

Semingsmaðurin hevði boðað pørtunum til fundar fyri at kanna, um grundarlag var fyri einum nýggjum semingsuppskoti.

Í síðstu viku vrakaðu heilsuhjálpararnir semingsuppskotið, tí teir mettu, at lønarhækkingarnar vóru ov smáar. Kommunalu arbeiðsgevararnir mettu hinvegin, at uppskotið var ov kostnaðarmikið.

Enn er eingin semja gjørd, men báðir partar halda fram við samráðingunum í Semingsstovninum.

 

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum