Tað er altíð gott at vera væl fyrireikaður. Ikki minst í politikki kann góð ella vánalig fyrireiking skjótt gerast munurin ímillum viðgang og mótgang.
Og hóast kommunval ikki verður fyrr út ímóti ársenda, fer javnaðarflokkurin longu nú at fyrireika seg til kommunuvalið.
Um vikuskiftið fer flokkurin at hava skeið kring landið fyri áhugaðum limum í flokkinum og fyri teimum komandi valevnunum.
Fyrsta skeiðið verður á Hotel Tvøroyri fríggjakvøldið frá klokkan 18 til út ímóti midnátt.
Annað skeiðið verður á Hotel Hafnia í Havn, leygardagin klokkan 10 ár morgni til umleið klokkan seks um kvøldið.
Og triðja skeiðið verður á á gamla Tekniska skúla í Klaksvík týskvøldið klokkan sjey til út ímóti midnátt.
Orsøkin til, at skeiðini eru júst á hesum støðum, er, at hetta eru øki, har stillað verður upp politiskt til kommunuvalið.
men sjálvandi vónar floksleiðslan, at eisini javnaðarfólk úr øðrum kommunum eisini koma á skeiðið.
Tað verður í mesta mun Eyðálvur Dimon, skrivari javnaðarfloksins, sum stendur fyri skeiðunum.
Hann sigur, at í stuttum er meiningin við skeiðunum at leggja eina ætlan fyri, hvussu floksins umboð á besta hátt fáa boðað boðskap floksins.
? Og meiningin er sjálvsagt eisini at fyrireika valevnini til kommunuvalið.
? Tað er ógvuliga umráðandi at hava eitt gott samskifti ímillum politikarar og veljaran.
Hann nevnir t.d. at fyri nøkrum árum síðani var javnan at hoyra, at fólk høvdu fingið andstygd fyri politikarum. Ein trupulleiki sum gjørdi seg galdandi tá, var, at samskiftið ímillum politikaran og vanliga fólkið var ov vánaligt
Hann sigur, at eitt av høvuðsmálunum verður uppskotið hjá javnaðarflokkinum til nýggja, solidariska kommunuskipan. Uppskotið er at síggja á heimasíðuni hjá javnaðarflokkium, sum eitur: www.javnadarflokkurin.fo










