Prestur: Kirkjan má røkka nútímans familjuni

Vit mugu gera alt í okkara valdi sum kirkja at skapa ein karm, soleiðis at fólk í øllum aldrum kunnu hittast sunnumorgnar í kirkjum okkara, heldur Derhard Jógvansson, prestur.

- Lívsmynstrið hjá barnafamiljum man í dag ikki vera sum fyri 30 árum síðani. Eitt hav av tilboðum eru til børnini hvønn dag í vikuni og stórt sæð allan dagin, hvønn dag. Um vit vilja tað ella ikki, so er gudstænastan og sunnudagsskúlin vorðin eitt tilboð ímillum øll onnur. Og hetta hugsi eg ikki fer at verða lættari komandi árini. Tvørturímóti koma bara fleiri og fleiri tilboð. Soleiðis skrivar Derhard Jógvansson, prestur, í skrivi á heimasíðuni folkakirkjan.fo. 

 

Prestur hugleiðir her um fyrimunir og vansar við, at sunnudagsskúli og gudstænasta eru samstundis. 

 

 

- Fleiri okkara kenna væl, hvussu tað var, tá ið vit vóru børn. Sunnumorgun var farið í kirkju og eftir døgurðan fóru børnini í sunnudagsskúla. Hetta var raðfest sum nakað fast hvørja viku, og var bæði stuttligt og mennandi. Hugsi, at fleiri okkara minnast við gleði aftur á hesar løturnar.  Seinnu árini hava fleiri og fleiri kirkjur valt at hava sunnudagsskúla í kirkjutíð. Ikki øll halda tað vera eitt gott hugskot. Onkur heldur, at børnini skulu vera til gudstænastuna saman við foreldrunum. Tey skulu so at siga læra at sita á familjubonkinum. Onnur halda tað vera eitt gott hugskot, tí so fáa børnini nakað, sum er myndað til teirra, meðan foreldrini eru til gudstænastuna, sum er myndað til teirra. Nógv kann tosast aftur og fram um fyrimunir og vansar, men verður hugt at, hvussu fegin mong foreldur eru, so verða sunnudagsskúlar í kirkjutíð ivaleyst ikki avtiknir. Við hesi loysn hava foreldur møguleikan til bæði: Antin at hava børnini sitandi hjá sær til alla gudstænastuna, ella at lata tey fara í sunnudagsskúla undir gudstænastuni, skrivar Derhard Jógvansson. 

 

Víðari sigur hann, at lívsmynstrið hjá barnafamiljuni man ikki vera tað sama í dag, sum tað var fyri 30 árum síðani. 

 


- Sjálvandi eigur kirkjan ikki at fara hagar og higar alt eftir hvat rákið er, men hinvegin mega vit ikki lata eyguni aftur fyri teimum, sum fegin vilja koma til gudstænasturnar við børnunum. At tað eru fleiri foreldur, sum stórliga ynskja, at sunnudagsskúli er í kirkjutíð, so børnini gleðast, trívast og læra um Jesus, meðan foreldrini kunnu sita til gudstænastuna, uttan at vera bangin fyri, at børnini ikki sita still, skrivar hann. 

 

 

Og nú eru sunnudagsskúlarnir í summarfrí. Hetta merkist, sigur prestur, tí ikki eins nógvar barnafamiljur eru í kirkju í frítíðini.

 

 

- Hvat merkir hetta? Hevði tað verið øðrvísi, um barnafamiljurnar ikki vóru vanar við sunnudagsskúla í kirkjutíð og heldur vandu børnini til gudstænastuna? Hevði tað verið øðrvísi, um sunnudagsskúli eisini var í summarfrítíðini? At finna svarið til hetta er kanska ikki so lætt, men tað er sera gott, at vit tosa um hesi viðurskifti og hava í huga at røkka familjuni so sum hon er í dag. At vit gera alt í okkara valdi sum kirkja at skapa ein karm, soleiðis at fólk í øllum aldrum kunnu hittast sunnumorgnar í kirkjum okkara, sigur Derhard Jógvansson og takkar teimum, sum hava skipað fyri sunnudagsskúla hesi mongu seinastu árini.