Champions League: Atletico Madrid og PSG fingu góð útgangsstøði

Tað er mótbrekka hjá FC Barcelona og Liverpool nú

Mynd: Ritzau Scanpix

Í kvøld vóru aftur leiktar tvær fyrru fjórðingsfinalur í Champions League.

 

Á Parc des Princes leikvøllinum í París vunnu verandi meistararnir, PSG sannførandi 2-0 á Liverpool, ið onga málroynd hevði innanfyri málrammurnar.

 

Liðini hittast aftur á Anfield leikvøllinum komandi týskvøld klokkan 20.

 

Á Camp Nou leikvøllinum í Barcelona tapti heimaliðið 0-2 fyri Atletico Madrid. Stutt undan steðginum fekk FC Barcelona Pau Cubarsi riknan av vøllinum.

 

Liðini spæla returdyst komandi týskvøld klokkan 20.

 

PSG-Liverpool 2-0 (1-0)

1-0 Desire Doue ('11 )

2-0 Khvicha Kvaratskhelia ('65 )

 

FC Barcelona-Atletico Madrid 0-2 (0-1)

0-1 Julian Alvarez ('45 )

0-2 Alexander Sørloth ('70 )

 

Mynd: Ritzau Scanpix