Liðið hjá Óla Mittún fekk ein ordans lúsing í seinnu áttandapartsfinaluni á útivølli móti Nantes í Champions League.
Franska liðið vann stórsigur 40-28. Teir vóru á odda 21-12 í steðginum. Nantes vann fyrra dystin 34-33 (16-19), og vann sostatt samanlagt 74-61.
Óli mátti av vøllinum í fimta minutti fekk ein skaða í tí eina fingrinum. Hann kom inn aftur onkrar løtur seinni í dystinum, men har bleiv einki mál ella upplegg til mál hjá Óla í kvøld.
Leygardagin klokkan 17 hevur GOG dyst á heimavølli móti Fredericia í ovara endaspælinum. Óli sat við einum ísposa um fingurin, og nú er at vóna fyri GOG - og fyri Føroyar - at talan ikki er um ein álvarsaman skaða.











