Klæmint: - Liðið er væl á veg

Flogbóltur: Venjarin hjá føroyska flogbóltslandsliðnum er sera væl nøgdur við avrikið hjá liðnum í dystunum móti Skt. Jørgens. ? Vit fingu víst, at liðið er sera væl á veg, sigur Klæmint Isaksen, sum ikki dylur, at hann ætlar sær heiðursmerki á Oyggjaleikunum í summar

Tað var ein vælnøgdur venjari vit fingu orðið á, eftir vitjanina hjá danska liðnum Skt. Jørgens VK um vikuskiftið.

Hóast danska liðið vann tveir av trimum dystum, so heldur Klæmint Isaksen at úrslitið hjá føroyska landsliðnum var stak gott.

? Hetta eru fyrstu »rættiligu« dystirnir hjá liðnum, og tá vit frammanundan høvdu gjørt av at fáa sum mest burturúr øllum leikarunum, haldi eg at vit kunnu vera sera væl nøgdir.

Hvat var uppleggið til dystirnar?

? Uppleggið til dystirnar var, at allir leikararnir skuldu fáa nøkulunda eins nógva leiktíð. Á henda hátt kundu teir vísa, at teir eiga pláss á liðnum, og tað haldi eg at vit sum venjarar kunnu vera stak væl nøgdir við, tí sum heild stóðu allir leikararnir seg sera væl.

Men tað gongur nógv út yvir samanspælið, tá so nógvar útskiftingar eru, er tað ikki so?

? Jú, tað ger tað uttan iva, men fyri leikararnar og serliga fyri meg og Jesper sum venjarar hevur tað sera stóran týdning at síggja allar leikararnar á vøllinum, sigur Klæmint Isaksen.

Men tað var nú ikki Klæmint sjálvur, sum hevði høvuðsábyrgdina av liðnum um vikuskiftið, men danski venjarin Jesper Brix, og hann fekk nógv burturúr.

Hann hevur fingið videoupptøkur við sær av dystunum, hann hevur gjørt statistiskar uppstillingar av spælinum, og hesar uppstillingar verða grundarlagið fyri venjingunum, sum liggja fyri framman.

Til dømis kunnu vit nevna, at fyri at móttøkurnar skulu verða góðtiknar av venjarunum er neyðugt at »móttøkukvotienturin« skal verða 2,3 og tað eydnaðist til fulnar onkran dystin móti dønunum.


Skjóta spælið lykilin

Klæmint Isaksen sigur eisini, at tað sum teir hava lagt stóran dent á er, at fáa nógv skjótt og effektivt spæl.

? Miðspælið hevur sera stóran týdning, og skjótt spæl um kantarnar somuleiðis. Vit hava sett okkum fyri at koyra um 30 pst. sum miðálop, og tað ikki bara eydnaðist, men vit taptu næstan ongan bólt á miðjuni, og tað er ótrúliga gott, sigur Klæmint fegin.

Klæmint Isaksen sigur, at leikararnir á liðunum hjá Gotlandi, Álandi og ikki minst Saareema eru stórir leikarar og at tað besta vápnið móti teimum er skjótt spæl.

? Leikararnir á liðnum hjá Skt. Jørgen eru eisini stórir, og tí høvdu vit ríkiligar møguleikar at royna skjóta spælið um vikuskiftið, og tað gekk ótrúliga væl onkran dystin.

Men um vit fara aftur til úrslitini, hvussu er tú so nøgdur sum venjari?

? Eg eri sjálvandi væl nøgdur við at vinna fyrsta dystin, tí vit vístu, at vit kundu koma afturíaftur tá vit eru aftanfyri. Tað sum kortini ikki er so gott er, at vit í teimum fyrstu báðu settunum vóru fleiri stig frammanfyri Skt. Jørgen, men í báðum førum taptu vit tey, og eg haldi, at tað var tí, at vit høvdu ov stóra respekt fyri teimum, og at leikararnir ikki tordu at avgera settini.

? Men tað kom aftur upp á pláss í triðja settinum, so samanumtikið eri eg nøgdur við tann dystin, sigur Klæmint Isaksen.


Besta settið varð spælt í Klaksvík

Leygardagin spældu liðini í Klaksvík við tí úrslitið at danska liðið vann 3-1.

Klæmint heldur, at orsøkin til hetta var, at spælararnir vóru eitt sindur »uppgiraðir« og teir náddu ikki at fóta sær rættiliga áðrenn danirnir høvdu vunnið fyrsta sett.

? Men vit komu ótrúliga væl aftur í øðrum setti í tí dystinum. Jesper Brix var so væl nøgdur við tað setti, at hann segði tað vera besta settið í øllum trimum dystunum. Og tað er uttan iva rætt, tí liðið spældi ótrúliga væl, sigur Klæmint Isaksen


Góðar vónir

Venjarin hjá føroyska landsliðnum er, sum verða man sera spentur til Oyggjaleikirnar, tí hann metir at grundarlag er fyri at hava góðar vónir.

? Liðið er gott, og tað sær út til at vit fáa spælið at ganga væl.

Sum sagt aðrastaðni, so spæla flestu leikararnir á landsliðnum í Føroyum, og tað kundi gott verið øðrvísi, sigur hann, hóast hann er nøgdur við leikararnar hann hevur á liðnum.

? Nógvir føroyingar spæla í Danmark, men tað eru teir fægstu, sum spæla í »donskum« feløgum. Teir flestu, sum búgva og spæla í Keypmannahavn hava valt at spæla í føroyskum felag í donsku kappingini, og tað er heilt einfalt ikki nóg gott, sigur Klæmint Isaksen.

? Teir gerast ikki betri við bara at spæla saman við føroyingum, tí kappingin um plássini er burtur. Høvdu teir spælt í onkrum donskum felag, so vóru teir noyddir at vísa hvør dugur er í teimum, við tí úrsliti at teir gjørdust betri og betri.

Klæmint Isaksen dylir ikki fyri, at ein leikari sum Bárður Mikkelsen, sum spælir við danska felagnum Fortuna Odense, er vorðin nógv betri, bara hetta eina ári hann hevur spælt í Danmark, og hann fer at gerast enn betri.

? Tað sama er galdandi fyri aðrar spælarar sum taka kappingina upp í donskum feløgum, sigur Klæmint Isaksen.

Og spyrt tú hann, so má tað vera ein treyt um teir leikararnir skulu gera sær nakrar vónir um at koma á føroyska landsliðið.

? Tí skulu vit taka leikarar, sum dagliga spæla uttanlands við á landsliðið, so skulu teir geva liðnum nakað, og í løtuni er bert talan um Bárð Mikkelsen og Heina Weihe, sum eru í tí støðuni, sigur Klæmint Isaksen avgjørdur.

Hetta kann tó broytast, tí bæði Sigmund av Teigum og Rúni Weihe fara møguliga at spæla við donskum feløgum næsta ár, so tá verður spennandi at fylgja við í gongdini.

Venjingarnar hjá landsliðnum halda sum vera man fram til Oyggjaleikaferðalagið fer avstað, og tað verður tann 25. juni.