Føroyar Bjór við nýggjum øli

Fríggjadagin 17. desemmber kemur Føroya Bjór á marknaðin við nýggjum milenniumøli

Milennium 2000 er heitið á nýggja ølinum, Føroya Bjór fer at selja frá fríggjadegnum 17. desember.

Ølið er bryggjað eftir Norður-Amerikanskari uppskrift, og er ætlað okkum til túsundáraskiftið. Men Føroya Bjór ger tó vart við, at um føroyingum fer at dáma nýggja ølið væl, verður kanska talan um eitt ølslag, ið fer at mynda føroyska marknaðin tey næstu túsund árini.


Minni humla

Tað serlig við nýggja milenniumølinum frá Føroya Bjór er, at minni humla er í tí, enn í ølinum evropearar vanliga kenna.

? Smærru nøgdirnar av humlu gera, at ølið fær at lættari smakk, er minni beiskt og sostætt lættari at drekka enn vanligt evropeiskt meginlandsøl, og so nógvar ferðir lættari enn tað bretska, verður sagt frá Føroya Bjór.

Føroyskt øl verður vanliga bryggjað eftir týskum sniði, og hava fleiri av føroysku bryggjarunum nomið sær sína útbúgving í Týsklandi.


Varðveita veðrin

Føroya Bjór vissar okkum um, at vit als ikki skulu bera ótta fyri at missa góða, gamla veðrin, hóast bryggjaríðið nú kemur á marknaðin við nýggjum øli.

? Veðrurin er meira enn einaferð krýndur at vera eitt tað besta ølið í Evropa. Men vit halda tað vera neyðugt at royna tað nýggja ølið.

Føroyingar í túsundtali hava, sum tíðin er liðin, verið í USA og Meksiko og har smakkað lokala ølið. Øl, sum hevur sín uppruna úr Evropa, men sum gjøgnum tíðina er broytt til tað lætta, amerikanska ølið, sum vit í dag kenna.

Føroyingar kunnu gleða seg til at smakka nýggja ølið frá Føroya Bjór, tí í seinastu útgávuni av blaðnum hjá Bryggeriforeningen, er víst á vísundalig dømi um, at øl, ið verður drukkið við máta, er ógvuliga gott fyri heilsuna.