Løtan í Nóatúni var ein av teimum heilt stóru

- Jú, hetta var fløvandi. Vit fegnast vit saman við øðrum um hesar viðurkenningar, men eg vænti, at sum tíðin gongur, verður tað, sum tað hevur verið. Vit fara framhaldandi at gera okkara arbeiði til lýtar, samstundis sum neyðugt verður at taka tey høgg sum koma, sigur Hjalti í Jákupsstovu, sum vísir á, at stovurin annars hevur gott samstarv við vinnuna og myndugleikarnar í gerandisdegnum

Viðurkenning

Á samkomuni í Nótatúni, tá ið Bogi Hansen varð tilnevndur professari við Fróðskaparsetur Føroya, samstundis tað hendan dagin gjørdist greitt, at Norðurlandaráðið hevur latið honum náttúru-og umhvørvisvirðisløn, segði fiskimálaráðharrin, Bjørn Kalsø, seg vera stoltan av Boga Hansen og hansara stovni.
Hjá Fiskirannsóknarstovuni má tað kennast eitt sindur forkunnugt, at ein fiskimálaráðharri sigur seg vera stoltan av einum ráðgevingarstovni sum hesum.

Stór løta
Sosialurin hevur tí spurt Hjalta í Jákupsstovu, hvussu tað kendist at vera leiðari á tí stovni, sum var miðdepilin hendan dagin.
- Jú, hetta var ein stór løta  ein av teimum heilt stóru. Tað er ikki á hvørjum degi, at ein maður og ein stovnur sum okkara fær eina slíka viðurkenning og so nógv rósandi orð. Hetta var rættiliga fløvandi.
Hjalti heldur tað vera heilt náttúrligt, at ein stovnur sum Fiskirannsóknarstovan fær so nógvan rís, sum hon fær, tá ið útlitini gera tað neyðugt at mæla til varsemi og skerjingar í veiðini.
- Fiskivinnan er ein so stórur partur av okkara samfelag, og tí er væntandi, at vinnan og partvís myndugleikar "reagera" ógvusliga, tá ið vit halda tað vera neyðugt at minka um veiðina. Um vit bara tosaðu vinnuni og myndugleikunum eftir munninum, var eingin orsøk til at hava Fiskirannsóknarstovuna, sigur hann.

Gott samstarv
Hjalti leggur tó dent á, at tað serliga er, tá ið ráðgevingin er fyri, at vinna og myndugleikar náttúrliga siga sína "hjartans meining" um arbeiði hjá stovninum.
- Men tað er eisini ein gerandisdagur, og tá hava vit yvirhøvur gott samband og samstarv, bæði við vinnu og myndugleikar. Tá merkja vit lítið til atfinningar, sigur hann.
Leiðarin á Fiskirannsóknarstovuni sigur, at tá ið stovnurin noyðist at ráðgeva úr pengapunginum hjá fólki, tí útlitini eru døpur, er einki undarligt í, at hetta ikki verður væl móttikið.
- Hetta svarar til, at stjórin sigur við starvsfólkið, at nú kunnu tey bara arbeiða tríggjar dagar um vikuna í staðin fyri fimm, og tað hevði fáur verið glaður fyri, sigur hann.
Hann vísir á, at tað heldur ikki er óvanligt í øðrum londum at funnist verður at ráðgevandi stovnum.
- Men í Føroyum er fiskivinnan ein so stórur partur av øllum samfelagnum, og tí eru myndugleikarnir hjá okkum meira trýstir av vinnuni enn aðrastaðni.

Høggini koma
Men væntar Hjalti, at hugburðurin mótvegis Fiskirannsóknarstovuni verður øðrvísi, nú Bogi Hansen, sum starvast á stovninum, bæði er tilnevndur professari í havfrøði og eisini hevur fingið norðurlendska náttúru-og umhvørvisvirðisløn?
- Í fyrsta lagi fegnast vit saman við øðrum um hesar viðurkenningar, men eg vænti, at sum tíðin gongur, verður tað, sum tað hevur verið.
Hjalti sigur, at sjálvandi fer Fiskirannsóknarstovan framhaldandi at gera sítt arbeiði til lýtar, samstundis sum neyðugt verður at taka tey høgg og tær ábreiðslur sum koma.
- Vit arbeiða sjálvstøðugt, og vit arbeiða eisini á altjóða stigi, sum er neyðugt. Vit hava nógv og gott tilfar at byggja okkara ráðgeving á, men tað slepst ongantíð undan óvissunum, so leingi tú hevur við náttúruna at gera. Eingin er tó fegnari enn vit, tá ið tað gongur betur, enn vit spáddu, at tað fór at ganga, sigur hann.

Bogi Hansen
Nú Bogi Hansen er tilnevndur professari á Náttúruvísindadeildini hjá Fróðskaparsetri Føroya, kemur hann framhaldandi at røkja starvið sum deildarleiðari á umhvørvisdeildini á Fiskirannsóknarstovuni, sum hann hevur røkt í fleiri ár.
- Áðrenn Bogi kom til okkara at arbeiða í 1982, undirvísti hann í Hoydølum í nøkur ár, og hann undirvísti eisini á Fróðskaparsetri Føroya. Síðan hann kom higar, hevur hann undirvíst eitt sindur við síðuna av. Hann hevur tikið onkur skeið fyri Fróðskaparsetrið, men nú vænti eg, at tað verður á ein annan hátt. Kanska verður talan um føst skeið - ella hann fer at undirvísa á Fróðskaparsetrinum á phd-stigi. Í øllum førum verður hansara tilknýti til Fróðskaparsetrið nú meira formelt, samstundis sum hann verður verandi leiðari á umhvørvisdeildini hjá okkum, sigur Hjalti í Jákupsstovu.