Føroyska náttúran: Vit mugu geva meira, enn vit taka

Royndarstøðin við Áir, sum Landsstýrið eigur, og sum var sett á stovn við tí fyri eyga at vísa vegin fyri aling í Føroyum, hevur eydnast so væl, at privata vinnan nú hevur tikið yvir alt virksemið. Royndarstøðin er tí upplagda staðið at fara undir annað uppfylgjandi, samfelagsligt og neyðugt náttúruvirksemi, sum fer at gagna føroysku sílunum og villlaksinum ístaðin.

 

Tíðin er komin til, at Landsstýrið fer í gott samstarv við Sílaveiðifelag Føroya, og saman við egnum stovnum, verður vegvísari og framleiðslustað fyri nýggjar ætlanir hesum viðvíkjandi.

 

Samfelagstørvurin flytir alla tíðina mørk, men náttúran má jú eisini eiga sítt góða pláss í menningini. Tað krevur so sanniliga handling.

 

Vit í samfelagnum vilja hava vatnið til elorku, firðirnir til aling, og har sum bygt verður, leggja vit áir og løkir í rør. Alt hetta broytir sjálvandi náttúruna nógv.

 

Taðing fram við vegum og onnur frárensl og evnir hava eisini sína ávirkan á náttúruna.

 

Alt hetta gera vit í bestu meining. Fyri at meira fæst burturúr, og fyri at samfelagið skal gerast betri at búgva í.

 

Alt gott um tað. Men eg sakni í stóran stíl ein politikk, sum varatekur náttúruíbúgvunum. Her hugsi eg serliga um føroysku sílini í áunum, villaksin í áum og annað livandi. Tey rópa ikki upp sjálvi, og vit hoyra í heila tikið alt ov lítið um tey í samfelagsmeldrinum.

 

At vit taka so djúptøkin stig, sum í hesum førinum, er orsakað av útbygging av samfelagnum. Tá eigur tað at vera skylda okkara eisini at hava ein politikk, sum ið tað minsta bøtir aftur skaðan av samfelagstørvinum – og helst leggur meira afturat. Vit mugu geva meira, enn vit taka.

 

Tað ber sanniliga til at hugsa nýtt og samstundis gera góðar umstøður fyri trongdu føroysku sílunum og villaksinum. Hesi sum eru til so stóra gleði fyri okkum øll privatfólk, og sum upplivingarvinnan so sanniliga eisini hevur brúk fyri.

 

Sílaveiðifelag Føroya eigur at vera fundamentið fyri hesum virksemi. Tíðin er komin til, at hesin felagsskapur verður styrktur og fær neyðugar heimildir saman í almennum samstarvi.

 

Hetta nýggja styrkta virksemið krevur bæði kynbótaarbeiði og framleiðsluorku til útseting og annað, sum hoyrir til.

 

Somuleiðis er stórur tørvur á árligum viðlíkahaldsarbeiði av áum og løkjum um allar Føroyar, ið serliga er ætlað øllum livandi í áunum.

 

Eitt slíkt samlað tiltak, sum her er talan um, fer sjálvandi at hjálpa munandi uppá støðuna. Hinvegin sømir tað seg ikki mentaðari tjóð at gera slík inntriv í náttúruna, sum vit gera, og bara lata standa til.

 

Edmund Joensen

 

Fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin