Mikukvøldið vóru tríggir dystir leiktir í Meistaradeildini hjá kvinnum.
Á ovara vølli í Gundadali vann oddaliðið, HB tepran 2-1 sigur á 07 Vestur. Í Sarpugerði í Norðragøtu vann Víkingur stórsigur 5-0 í grannauppgerðini móti NSÍ, og undir Mýruhjalla vann KÍ 5-1 á Skála ÍF.
HB-07 Vestur 2-1 (1-0)
1-0 Rúna Jacobsen (7.)
1-1 Bjørk Akselsen (52.)
2-1 Teresa Jacobsen (67.)
Víkingur-NSÍ 5-0 (0-0)
1-0 Nita á Lakjuni (46.)
2-0 sjálvmál (56.)
3-0 Jonnhild á Sondum (59.)
4-0 Rakul Sørensen (73.)
5-0 Eydna Olsen Dalheim (88.)
Skála ÍF-KÍ 1-5 (1-1)
0-1 Jancy Mohr (15.)
1-1 Rakul Maria Rasmussen (42.)
1-2 Karla Sjóstein (72.)
1-3 Eyðvør Klakstein (80.)
1-4 Eyðvør Klakstein (85.)
1-5 Tóra Mohr (87.)
Kelda: dystir.fo
HB er fremst við 31 stigum og KÍ er næstfremst við 25 stigum. HB hevur tó spælt ein dyst fleiri. Á triðja plássinum hevur Víkingur 21 stig, og NSÍ hevur 12 stig á fjórða plássinum. B36 er nummar fimm við níggju stigum, Skála ÍF er næstaftast í deildini við sjey stigu, og 07 Vestur er aftast við einum stigi.











