VIDEO: Fridrikka legði upp til sigursmálið - ÍBV vann seg í steypahálvfinaluna

(Video) Her eru hæddarpunktini frá steypafjórðingsfinaluni ÍBV-FH 3-2 (2-2 - 1-1)

Mynd: ÍBV

Landsliðsleikarin, Fridrikka Clementsen var við frá dystarbyrjan, tá hon og liðfelagarnir í ÍBV vunnu seg í hálvfinaluna í íslendsku steypakappingini.

 

Á heimavølli á Hásteinnsvøllinum úti í Heimey vann ÍBV 3-2 á FH aftaná longda leiktíð.

 

Tá klokkan vísti 104 minuttir sendi Fridrikka eitt hart og gott fríspark inn í brotsteigin hjá FH, har Avery Mae Vanderven tamdi bóltin væl, og hamraði bóltin í stongina og inn til sigursmálið 3-2. 10 minuttir frammanundan hevði Avery Mae Vanderven brent eitt brotsspark.

 

ÍBV legði seg á odda tíðliga í bæði fyrra og seinna hálvleiki, men í báðum førum megnaði FH at javna. Tað eydnaðist tó ikki í longdu leiktíðini, og nú eru Fridrikka og liðfelagarnir bert ein dyst frá at røkka steypafinaluni á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. Hálvfinalurnar vera leiktar 4. juli og steypafinalan verður leikt 25. juli. Enn er ikki drigið til hálvfinalurnar. 

 

ÍBV-FH 3-2 (2-2 - 1-1)

1-0 Allison Grace Lowrey ('4 )

1-1 Ída Marín Hermannsdóttir ('42 )

2-1 Allison Patricia Clark ('49 )

2-2 Berglind Freyja Hlynsdóttir ('80 )

3-2 Avery Mae Vanderven ('104 ) - Upplegg: Fridrikka Clementsen. 

 

HER  ber til frá RÚV at síggja hæddarpunktini frá 3-2 fjórðingsfinalusigrinum hjá ÍBV. 

 

##med2##

 

 

 

Mynd: ÍBV

Tað er sera náttúruvakurt kring heimavøllin hjá ÍBV, Hásteinnsvøllin úti í Heimey. Mynd: ÍBV