áður fara á fólkatingsval. TAÐ er tí kanska ikki út av lagi at siga, at vit í veruleikanum skulu hava tvey sera týðandi val í næstum, har tað eina ikki er minni áhugavert og týdningarmikið enn hitt. Við [...] Føroya, venda føroyingum bakið. NÚ skal ruddast upp eftir bankamálið og nú skal stingast út í kortið av nýggjum í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar. Men til tess at kunna tað er neyðugt, at Føroya [...] in frá honum. Ístaðin eiga føroyingar at velja eitt umboð fyri vinstravongin í føroyskum politikki. Her eru tveir flokkar í at velja, annar er javnaðarflokkurin, hin er tjóðveldisflokkurin. Eftir okkara
árið hava goldið fyri rentur einans. Í avtaluni er eisini ásett, at føroyingar komandi trý árini skulu fáa góðar 900 mill. kr. í blokkstuðuli um málið. At enda stendur í avtaluni, at stjórnin viðurkennir [...] føroyskur statur. Hvussu fer at gangast í hesum máli fara vit helst at síggja og hoyra meira til í komandi tíðum. Nú bankamálið er farið aftur um bak verður aftur tíð í føroyska samfelagnum at umrøða onnur [...] avtalan fer ivaleyst at rudda upp í ringu og turbulentu viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar, og hon fer eisini at skapa tryggari karmar um framtíðar búskaparligu gongdina í Føroyum. Um somu tíð verða tær
skemtisøga, tá Føroya løgmaður, bar í bøtuflaka fyri niðurgerandi skrivingini hjá partamanninum Óla Breckmann í Dagblaðnum mánamorgunin. Hann hevði verið so móður í drúgvu samgongusamráðingunum, at hann [...] seta á prent í Dagblaðnum og ikki. Er tað so, at tað er møðin, sum er orsøkin til slíka skriving, so vildi tað verið hóskandi at spurt l formann fólkafloksins, hvussu tað ber til, at Óli altíð er so móður [...] politiskum mótstøðumonnum - og í hesum førum komandi samstarvsmonnum - er ikki eindømi. Hon er afturvendandi. Men gott tað sama - at ÓB fór so langt hesaferð, tí hetta hevur fingið ilt í hansara egnu. At løgmaður
ov stórt vald í nýggja landsstýrinum. Ja valdið er so mikið stórt, at hann saman við einstøkum limum í tí uttasta høgra í fólkaflokkinum hevur forðað landsins næststørta flokki at vera við í skipan av landsstýri [...] løgtingi Óli Breckmann ger bart og kastar óhumsku eftir formanni tjóðveldisfloksins, sum sami Óli Breckmann roynir at skipa eitt landsstýri saman við. NIÐURGERANDI orðini hjá stavnamanni fólkafloksins í Dagblaðnum [...] eru teir friðhalgaðir. Tí teir kann ÓB brúka í eini borgarligari samgongu. Nú hevur ÓB tikið framaftur sosialistisku ræðumyndirnar. Í blaðnum í gjár fær formaður tjóðveldisfloksins av at vita. Eitt er tað
framvegis roynir at halda lív í gomlu sosialistisku ræðumyndunum, sleppa niðan í Norðurlandahúsið at umboða tykkum? Hvussu góða samvitsku hava tit móti teimum mongu hampafólkunum í bæði javnaðar- og tjóðve [...] ! ER als eingin skomm skapt í hesum flokki? Eftir at ovasta leiðslan í flokkinum við Anfinni Kalsberg á odda hevur staðið og hugt at og tagt, meðan starvfelagi hansara, Óli Breckmann hevur rikið sína [...] valið var fundurin í Norðurlandahúsinum. Spell at fyrireikararnir lótu seg trýsta av fleiri av flokkunum til at broyta upprunaliga ætlaða fundin, har bara eitt umboð fyri hvønn flokk møtti í eini veruligari
tey tó mong, eisini í sambandsflokkinum sjálvum, sum halda, at best er fyri flokkin at leggja seg í dvala í eitt skeið. TÓ er eitt stórt men. Og hetta men eitur fólkaflokkurin. Hóast Óli Breckmann fleiri [...] og Edmundi Joensen. Sámal Petur í Grund fer ikki í samgongu við Edmund, men skuldi løgmaður dumpað á valinum, so er tann forðingin burtur. Óli Breckmann, Sámal Petur í Grund og Jóhannes Martin Olsen eru [...] i frá fyrsta valevnisfundinum í sjónvarpinum fyri fult. SENDINGIN í sjónvarpinum gav okkum eina ábending um, at valið fer at snúgva seg um, hvar millum hesar vongirnar í føroyskum politikki ein komandi
Í gjár byrjaði valstríðið av álvara. Startskotið var fundur í Læraraskúlahøllini, sum fleiri skúlar í Havn høvdu tikið stig til. Har vóru umboð fyri allar flokkar. Í gjárkvøldið legði sjónvarpið so fyri [...] verður skrivað út í ótíð og tað óhepna í, at tveir av journalistunum hjá SVF eru valevni, so halda vit kortini, at tað er ein skeiv avgerð ikki at taka evnið almanna- og heilsumál í eini evnissending. [...] pápin ella mamman fara til arbeiðis í tí framleiðandi vinnulívinum um tað ikki fær síni børn ansað, síni sjúku foreldur á sjúkrahús ella røktarheim, síni børn í skúla osfr. At fyrigikla sær eitt vælvirkandi
annan høgravendan fólkafloksmann í løgmanssessinum, at taka veljarakanningina hjá SVF í størsta álvara. Hon er ein álvarslig og greið ávaring um, hvat okkum stendur í væntu, um vit bara lata standa til [...] landsstýri einsamallur. Hetta var eisini dreymaynskið hjá fyrrverandi formanninum Jógvan Sundstein í samrøðu her í blaðnum fyri stuttum. Tað skal tí vera áheitan okkara á allar flokkar, sum ikki taka undir við [...] vera nøkur loyna - og lat okkum sláa tað fæst enn einaferð við sjeytummaseymi her í blaðnum - at høgra- og sambandssnaringin í tí føroyska fólkaflokkinum er ein tann størsta hóttanin móti vælferðarsamfelagnum
hoyrt sama ÓB taka til orðanna í seinastuni, at av tí at hann nú er í so góðum hýri fer hann ikki at fella eina sosialistiska stjórn Nú hevur pípan í hansara egna flokki í Danmark, bráddliga fingið eitt [...] avtaluna við Føroyar í farnu viku, vildu Vinstriflokkurin og teir konservativu ikki atkvøða fyri avtaluni. FØROYSKI stuðulin hjá teimum konservativu og teimum borgarligu sum heild, Óli Breckmann fekk sostatt [...] eins og hin føroyski fólkatingsmaðurin: nevniliga lata vera við at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk. IKKI bert Óli Breckmann hevur fingið enn ein trupulleika. Allur fólkaflokkurin við løgmanni á
stuttleika sær í gøtunum hesi vøkru kvøldini: Hjá teimum tykist framtíðin opin og ljós. Floygdu pisurinar eru nú til dystin fús at fara víðari út í lívið - undir lesnað her á landi ella úti í heimi, og vit kunnu [...] pengar upp á útbúgving. Í hesum føri hugsa vit um uttaru umstøðurnar hjá teimum lesandi: Útbúgvingarstuðulin, ferðamøguleikarnir o. s. fr. Áðrenn blokkstuðulskipanin varð sett í gildi í 1988, var tað danska [...] stuðulin fyrst stóð í stað, og síðani tók at minka, samstundis sum livikostnaðurin annars hækkaði. Hetta hevur ført við sær, at tann føroyski útbúgvingarstuðulin í veruleikanum er minkaður niður í helvt seinastu